- Hetta er allarhelst bara toppurin av ísfjallinum.
Soleiðis sigur Liljan Weihe, journalistur, um avdúkingarnar av óskipaðu viðurskiftunum hjá útlendskum arbeiðarum í Føroyum, sum hava skapt nógv kjak hesa vikuna. Hon hevur staðið á odda fyri kanningini "Rumenar á loftinum" hjá 13 fakfeløgum, sum staðfestir, at har manglar eftirlit og gjøgnumskygni á útlendingaøkinum.
Ein partur av kanningini er um útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða í byggivinnuni, og kanningin lýsir, hvørjum viðurskiftum teir virka undir. Dentur verður lagdur á arbeiðsmegi úr Rumenia, sum er størsti bólkurin av útlendskum arbeiðarum í Føroyum.
Skelkandi bústaðarviðurskifti í Jekaragøtu
Kanningin avdúkar, hvussu liviumstøðurnar hjá rumenum, ið vikarstovan Firmport hevur fingið til Føroya, eru í tveimum húsum í Jekaragøtu 8 og 10 í Havn.
Í sambandi við fyrireikandi kanningararbeiðið var Liljan Weihe inni í hesum báðum húsunum, har hon hitti nøkur teirra, ið hava sína dagligu gongd har. Komið varð fram til, at talið av íbúgvum tilsamans var uppímóti 50 í húsunum, sum treingjast til álvarsligar ábøtur.
At standurin var so ringur, kom óvart á Liljuna Weihe, tá hon vitjaði rumenarar í Jekaragøtu í mai mánað.
- At síggja hvussu hesir útlendingarnir búgva í Føroyum er tað, sum hevur sjokkerað meg allar mest í sambandi við hesa kanningina, sigur Liljan Weihe.
- Til dømis búðu tveir feðgar á einum ovastalofti millum eitt ventilatiónsannlegg. Tað hevði eg ikki droymt um, at kundi gingið fyri seg í Føroyum, sigur hon.
Útlendingarnir eru nøgdir
Liljan Weihe varnaðist, at útlendingarnir í Jekaragøtu ikki eru beinleiðis ónøgdir við bústaðarviðurskiftini har. Millum annað tí at húsaleigan er lutfalsliga bílig, og í mun til umstøðurnar í heimlandi teirra hava teir ikki tær stóru átalurnar. Men hetta metir Liljan Weihe ikki rættvísger vánaligu bústaðarviðurskiftini.
- Tá mann tosar um, hvørjum standi ein bústaður skal vera í, so er tað týdningarmikið, at mann ikki samanber við standardin í Rumenia, tí í Føroyum hava vit ein ávísan standard. Tey, sum koma hendan vegin, skulu liva og virka í Føroyum, sum føroyingar annars gera, sigur hon.
- Tað løgna er, at Heðin Lamhauge (red. stjóri í Firmport) viðgekk púra blankt, at eingin føroyingur hevði viljað livað undir hesum umstøðunum. Hví er tað so í lagi at lata rumenar búgva undir hesum umstøðunum, um tað ikki er í lagi fyri ein føroying? Eg skilji ikki, mann kann gera hendan munin millum fólkasløg, sigur Liljan Weihe.
Løntir sum ófaklærdir
Kanningin "Rumenar á loftinum" vísir eisini, at útlendingarnir í byggivinnuni verða løntir sum ófaklærd arbeiðsmegi eftir lægst møguliga arbeiðarasáttmálanum - flestu fáa 132,24 krónur um tíman.
- Eingin hevur kannað, um hetta er rætta lønin at geva teimum, og um teir hava útbúgving ella førleikar, sum gera, at teir eiga at verða løntir eftir øðrum sáttmála. Tað er áhugavert at kanna, nettupp fyri at staðfesta, um lønardumping fer fram ella ikki. Tað er ikki møguligt at staðfesta, sum nú er, sigur Liljan Weihe.