Skerjingarnar á Vinnuháskúlanum

Sum øllum kunnugt, so eru skerjingar gjørdar á fíggjarlógini, sum meira og minni raka allar landsins stovnar, annahvørt sum beinleiðis skerjingar ella sum skerjingar av ætlanum.

Ein av hesum stovnum er Vinnuháskúlin, har m. a. maskinmeistarar og maskinistar fáa sínar útbúgvingar

Tað er sjálvandi ikki lætt at velja burturúr, tá ið skerjast skal, men tá ið hugsað verður um, hvat vit her í Føroyum hava livað av í stórt hundrað ár og helst fara at liva av í rúma tíð enn, so er tað ófatuligt, at hesin skúli nú verður skerdur soleiðis, at hann ikki megnar at fylgja við tí hækkandi útbúgvingarstøði sum krevst og harafturat má gevast við at bjóða út maskinistútúgvingina.

Henda útbúgving gevur rættindi upp til 2999 kW og er tí nøktandi til allan okkara fiskiflota á nærleiðum og maskinistar kunnu eisini sigla sum maskinstjórar við øllum øðrum smærri skipum og sum 2. meistarar við stórum skipum.

Teir persónar, ið taka prógv á Vinnuháskúlanum, kunnu fara beinleiðis inn í okkara høvuðsvinnu og harafturat so geva útbúgvingarnar rættindi til altjóða viðurkend vinnubrøv soleiðis, at viðkomandi kunnu mynstra við einum og hvørjum skipi kring allan heimin.

Á hesum skúla er sostatt ikki talan um at fara undir nakað nýtt, sum møguliga kann kasta nakað av sær sum frá líður, men um útbúgvingar, sum allur heimurin spyr eftir her og nú og sum frá fyrsta degi geva fjølbroyttar møguleikar og góðar inntøkur.

Næmingar frá hesum føroyska skúla verða uttanlands mettir at vera á einum sera høgum fakligum støði og hetta man vera besta viðurkenningin, ið ein skúli kann fáa.

Maskinmeistarafelagið metir tí, at tað skuldi heldur verið uppgávan hjá myndugleikunum at givið einum slíkum skúla enn betur umstøður og harafturat í nógv størri mun at eggja ungdóminum til at søkja sær útbúgvingar innan hesar vinnugreinar. Her er ein av teimum fáu møguleikunm har tað ikki er neyðugt at fara av landinum til tess at fáa eina góða og viðurkenda útbúgving á altjóða støði.

Maskinmeistarafelagið fer tí at heita á avvarandi myndugleikar at síggja til, at útbúgvingar á Vinnuháskúlanum ikki verða skerdar. Fólk við hesum útbúgvingum eru enn krumtapparnir í okkara virðisskapan og ein og hvør slaking ella stagnatión á hesum øki er tí at meta óráð.