Skerpikjøt við til Íslands

Føroyingar kunnu nú taka avmarkaðar nøgdir av skerpikjøti og røstum kjøti við sær til Íslands ? til privata nýtslu. Tað hevur ikki verið loyvt at taka skerpikjøt og ræst kjøt við sær til Íslands. Hetta hevur verið ein saknur hjá føroyingum, sum hava ferðast til Íslands.

Nú er avtala gjørd við íslendsku myndugleikarnar um, at hetta nú letur seg gera eftir eini ávísari skipan.

Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni verður kunnað um hesa broyting, men einki verður sagt um, hvørt loyvt er at taka eitt nú turra grind og spik við sær til Íslands.

Fyri at kunna at taka skerpikjøt og ræst kjøt við sær, er neyðugt í hvørjum einstøkum føri fyrst at søkja íslendska fiski- og landbúnaðarmálaráðið um hetta loyvi.

Eftir hetta skal ein eigaraváttan latast Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, har greitt verður frá, hvussu nógv kjøt verður tikið við, og hvaðani í Føroyum kjøtið kemur.

Neyðugt er eisini, at embætisdjóralæknin skrivar sína endaligu váttan til Íslands, og hesa váttan skal hin ferðandi hava við sær saman við vøruni.

Meiri kann lesast um henda nýggja møguleika á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.