Skifta stjóra í Atlantic Petroleum

Atlantic Petroleum boðaði fríggjadagin frá, at Wilhelm Petersen, stjóri, er farin frá við virknaði beinanvegin

- Eg vil takka Wilhelmi Petersen fyri hansara stóru hjálp til menningina av Atlantic Petroleum. Undir hansara leiðslu er felagið vorðið ein altjóða leikari í olju- og gassvinnuni við tveimum oljuøkjum longu í framleiðslu, og uppaftur tveimum oljuøkjum, sum væntandi koma í framleiðslu yvir tey næstu tvey til trý árini, segði Birgir Durhuus, nevndarformaður í Atlantic Petroleum.

Einki varð sagt um, hvørt hann er uppsagdur, ella sjálvur hevur valt at fara frá. Tað varð sagt, at hann fer frá í »fullari semju millum báðar partarnar«.

Nevndarformaðurin segði við Rás2 fríggjadagin, at Vilhelm Petersen ikki hevur rættar kvalitetir til oljufelagið í framtíðini.

Wilhelm Petersen fer frá við virknaði beinanvegin, men fer í eitt tíðarskeið upp á eitt ár at vera tøkur sum ráðgevi hjá felagnum.

Fyribilssettur stjóri er Sigurð í Jákupsstovu.

Nevndin fer beinanvegin í gongd við at leita eftir nýggjum stjóra.

Nevndarformaðurin staðfesti eisini, at Sigurð í Jákupsstovu verður millum evnini til nýggjan stjóra.