Skilaleysar dupultíløgur

At vit skulu hava størri kommunalar eindir í Føroyum enn vit hava í dag, hevur fyri tey flestu verið greitt leingi

Uppgávu- og ábyrgdarbýti hjá kommununum er í dag, og verður í framtíðini enn meira, soleiðis háttað, at neyðugt er at skipað kommunarnar í munandi størri eindir enn í dag.

 

Ein ávís sjálvboðin samanleggingartilgongd hevur verið, sum úrslit av hesum, men gongur sjálvbodna samanleggingartilgongin kortini alt ov seint.

 

Gongdin er tíanverri, í alt ov stóran mun tann, at kommunurnar hvør í sínum lagi m.a. nú skunda sær at gera íløgur av ymiskum slag, fyri at tryggja sær, at teirra krónur verða nýttar í teirra kommunu áðrenn nakra samanlegging, við tí úrslitið, at ein stórur partur av vinninginum við at leggja kommunurnar saman í veruleikanum er endaður í skeivum dupultíløgum og skilaleysum øktum rakstraríløgum. Tær mongu ósamskipaðu havna- og skúlaútbyggingarnar eru dømi um hetta.

 

Tann vinningur sum kundi verið vunnin við at leggja kommunurnar saman í størri eindir er tí í dag tíanverri á mangan hátt vorðin til eitt tap, ið øllum førum uppá stutt sigt.

 

Uppá longri sigt verður kortini talan um vinning, men neyðugt er nú at seta handling aftanfyri ætlan.

 

Tað at politikarar okkara á Føroya Løgtingi ikki beinanvegin settu eina rímuliga stutta tíðarfreist fyri nær tær sjálvbodnu samanleggingarnar skuldu verða framdar í seinasta lagi, hevur longu kostað okkum dýrt.

 

Tapini av ov veikari politiskari handlikraft hava verið nóg stór higartil, og verða størri tess longri vit ikki tora at handla, tí hevði verið best um tær neyðugu kommunalu samanleggingar vórðu samtyktar áðrenn næsta kommunuval, við lóg um neyðugt.