Skip til útoyggjar raðfestast fyrst

- Framtíðin á útoyggjunum sær bjartari út nú, um ein skal trúgva tí sum stendur í samgonguskjalinum, sigur Útoyggjafelagið Útoyggjar: - Másin er eitt gott skip, men er ikki hóskandi til krøvini í dag. Tað hevði ikki verið verri við einum nýggjum skipi, sigur stýrimaðurin umborð á Másanum, Sigvard Johannesen.

Sosialurin hitti hann ein vakran septemberdag í Fugloyarfirði, tá Másin hevði lagt enn ein túr frá landi av Hvannasundi fyri at røkja ferðasambandið hjá fugloyingum og svínoyingum.

Víst varð í greinini á, at hóast Másin er eitt gott skip í sjónum, er tað als ikki dagført til krøvini í dag, millum annað tí at hann gongur so seint.

Serliga á vetrartíð veit manningin at siga frá nógvum ringum túrum um Fugloyarfjørð, har tað hevur brotið í bæði borð, um ein so kann siga.

Sigvard er ikki einsamallur í hesi støðutakan síni og ynskjum sínum: Oyggjarfólkið ynskir somuleiðis eitt meiri hóskandi far til hesa siglingina. Og nú fáa tey so eisini stuðul frá teirra felagi ? Útoyggjafelagnum.

Á fundi í Umboðsráðnum fríggjadagin í farnu viku varð staðfest, at nógvir av trupulleikunum hjá útoyggjunum botna í vantandi undirtøku frá politiskari síðu.

- Orsøkin til hetta er hin einfalda, at innlitið og forstáilsið ikki er nóg stórt. Tí kann tað bara vera ein fyrimunur, at útoyggjarnar nú hava fingið eina talskvinnu inni í skipanini, ið kann tosa sakina hjá okkum, sigur felagið og vísir til nýggju løgtingskvinnuna, Olgu Biskopstø, sum hevur verið skrivari í felagnum.

Tann nýggja menningarætlanin og ætlanir um fleiri tiltøk á útoyggj eru viðurskifti sum hava stóran áhuga hjá felagnum.