Skipa fyri mentanarviku í Vága kommunu

Á býráðsfundi í februar samtykti býráðið at arbeiðast skuldi fram ímóti at skipa fyri eini mentanarviku í Vága kommunu

Grafikarin Jana Jonhardsdóttir, hevur staðið fyri listarliga samleikanum av Undurfagra mai og Maisól

Vága kommuna sigur á heimasíðu síni, at arbeiðið byrjaði beinanvegin, og avgjørt varð at leggja mentanarvikuna síðstu vikuna í mai. Vanliga er umhvørvisvikan hjá kommununi eisini í mai, og í ár varð avgerð tikin um at brúka allan mai mánaða til at varpa ljós á náttúru og umhvørvis við fjølbroyttum tiltøk undir heitinum 'Undurfagri mai'. Heitið er funnið í sanginum 'Mai' hjá Tummas N. Djurhuus. Undurfagri mai endar við einari mentanarviku í døgunum 26. mai til 1. juni.

 

Mentanarvikan verður kallað 'Mailsól' við íblástri úr gomlu føroysku sundurbýtingini av árinum eftir tendringum: Jólasól, Torrasól, Gøsól, Einmánasól, Vársól o.s.fr. Maisólin fer at varpa ljós á Vága kommunu við einari rúgvu av forvitnisligum mentanartiltøkum fyri borgarar og vitjandi í øllum aldri í allari kommununi.

 

Nógv spennandi hugskot eru í stoypiskeiðini, og vit gleða okkum at kunna nærri um Undurfagra mai og Maisól í næstum.

 

Tiltøkini verða kunngjørt á facebook og instagram og samlaða skráin verður løgd út á heimasíðuna hjá Vága kommunu.

 

 

 

Grafikarin Jana Jonhardsdóttir, hevur staðið fyri listarliga samleikanum av Undurfagra mai og Maisól