Týskvøldið fer tað nývalda býráðið í Klaksvíkar kommunu at skipa seg Gunvá við Keldu, sum bleiv fyrst vald á kommunuvalinum í Klaksvíkar kommunu, hevur nú boðað hinum valdu á fund, so tað nývalda býráðið kann skipa seg.
Fundurin verður týskvøldið í næstu viku, skrivar Norðlýsið.
Tá fer býráðið at velja borgarstjóra og tveir varaborgarstjórar, og síðani verða fíggjarnevndin, tekniska nevnd, byggi- og býarskipanarnevndin, havnanevndin, heilsu- og umhvørvisnevndin, mentanarnevndin og sosiala nevnd mannaðar.
Frammanundan er greitt, at Gunvá við Keldu verður borgarstjóri.