Menasfrágreiðing
John Christensen helt fyri, at henda frágreiðing skal bara skiljast sum ein byrjan, sum eitt grundarlag undir einum víðari kjaki. Uppá fyrispurning hvat hann heldur vera mest týðandi læruna, ið føroyingar kunnu gera sær við at lesa hesa frágreiðing segði Jerseybúgvin, at tað er at hava eina greiða og skipaða ætlan fyri gongdina og at kunna stýra henni ? strategi og control - vóru lyklaorðini í hansara fatan av tí støðu, sum eitt lítið oyggjaland sum Føroyar eru í, nú farið verður inn í oljuøldina. Sjálvur metti hann, at orðaskiftið í Føroyum er longu komið væl áleiðis, og tí vónaði hann, at henda kanningin kundi vera enn eitt íkast til kjakið. Hann eins og rektarin á Fróðskaparsetrinum, Malan Marnersdóttur, viðgekk, at tað høvdu verið samstarvs- og samskiftistrupulleikar í arbeiðinum, men metti hann tó, at úrslitið var arbeiðinum var gott. Tó vónaði hann, at fólk nú fóru at lesa frágreiðina og finnast at henni, har hetta er uppá sítt pláss.
John Christensen, sum sjálvur er oyggjabúgvi, hann er føddur á oynni Jersey, segði, at ætlanin við kanningini er at upplýsa og eggja til orðaskifti í Føroyum um, hvussu farast kann fram í sambandi við útbygging av einari oljuvinnu, um olja í rakstrarverdum nøgdum verður funnin. Í kanningini verður ásannað, at árinini av einari kolvetnisvinnu á ein lítlan oyggjabúskap kunnu verða viðgjørd á tveimum stigum. Í fyrra lagi er tørvur á at kanna, hvørjar beinleiðis avleiðingar oljuleitingar- og útvinningarvirksemi umframt avriggingin av hesum virksemi hava við sær. Harnæst er tørvur á at kanna tey møguligu árinini av inntøkunum frá skatti og avgjøldum, sum væntandi fara at koma, so títt og knapt sum farið verður undir at framleiða og útflyta olju. Um ein oljuvinna verður útbygd í Føroyum, fer hon væntandi at hava djúptøkna ávirkan á tann føroyska búskapin og eisini á tann vanliga lívsháttin, ta serligu mentanina, samfelagsbygnaðin og á umhvørvið. Royndir frá øðrum oljuøkjum vísa, at hesar broytingar kunnu verða gagnligar, um avgjørt verður, frá tí at oljuvinnan byrjar, at nýta oljuríkidømið til at røkka langtíðar samfelagsmálum.
-Tað er ikki ætlanin við kanningini at siga, hvussu føroyingar skulu bera seg at, og eiheldur verða givin ráð um, hvussu farast skal til verka í sambandi við útbygging av einari oljuvinnu. Kanningin lýsir ymsar møguleikar, sum kunnu vera við til at skapa grundarlag undir einum orðaskifti um, hvussu farast skal fram. Eisini verða hepnar og minni hepnar royndir aðrarstaðir í heiminum lýstar. Kanningin viðurkennir kortini, at sereyðkennini við tí føroyska samfelagnum gera tað neyðugt at finna fram til serstakar mannagongdir, sum semja eigur at verða fingin um eftir vælgrundað og skilagott orðaskifti segði John Christensen frá Menas Associates Limited. Lesið meira um tíðindafundin og frágreiðingina í næstu viku.
Mynd
Malan Marnersdóttir, rektari á Fróðskaparsetrinum, John Christensen, stjóri í Menas og Hjarnar Djurhuus, stjóri í BP. Mynd Jens K Vang