Síðani barsilslógin kom í gildi í 2001, er hon broytt 15 ferðir og tað eru tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag, ikki nøgd við. Tí vilja tey hava, at øll barsilsskipanin verður endurskoðað, so at vit fáa eina varandi loysn.
Annars viðger Løgtingið eitt uppskot um at leingja barnsburðarfarloyvi í fýra vikur, upp í eitt ár, men aftur fyri er ætlanin at hækka gjaldið til skipanina úr 0,71 prosentum av lønini, upp í 0,86 prosent.
Arbeiðsgevarar átala hesum afturvendandi broytingunum og tillagingunum og tí mæla teir, enn eina ferð til, at øll skipanin sum hon er, verður endurskoðað, so at vit fáa eina varandi loysn. Hetta er fyri at sleppa undan at gera smærri og størri broytingar við jøvnum millumbilum, siga arbeiðsgevararnir.
Tí mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at landsstýrið setir seg saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og endurskoða barsilsskipanina við tí endamáli at fáa hana at samsvara við dagsins arbeiðsmarknað og familjulív.
– Viðurskifti sum longd á barsilsfarloyvi, gjaldi, hámarksgjald, og býtið millum foreldrini eigur at verða viðgjørd í einari heild, halda arbeiðsgevararnar.
Men teir leggja eisini dent á, at barsilsskipanin tryggjar, at fólk ikki missa tilknýti til arbeiðsmarknaðin, tá tey eru í barsilsfarloyvi.
Tí tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki undir við ætlanini, sum nú fyriliggur um at leingja barsilsfarloyvi. Felagið heldur ikki, at nøkur grund er fyri at skunda hesar broytingar ígjøgnum beint nú, uttan at viðgera støðuna neyvari.