Tað er afturvendandi spurningur, hvussu Strandferðslan í framtíðini skal skipast.
Seinast hevur verið frammi, at nýtt skip skal byggjast til Sandoyar-siglingina.
Tórshavnar Skipasmiðja, sum í løtuni byggir tríggar politibátar til Grønlands, hevur úr at gera. Seinasti politibáturin skal eftir ætlanini fara av bakkastokki í apríl 1999. Kortini forðar tað ikki fyri nýggjum projektum.
Skipasmiðajn í Havn, sum í fyrrárið keypti skipasmiðjuna á Skála, kann møguliga nýtast til nýbygningar. Tó skal eitt ávíst fyrireikingararbeiði gerast, av tí at tað er so langt síðan, at nakar nýbygningur var smíðaður á Skála.
Landsstýrið hevur verið frammi við fyrispurningum um hetta mál, og líkt er til, at Skipasmiðjan í næstum fer á fund við Landsstýrið.
Á Skipasmiðjuni verður sagt, at teir eru fult út kappingarførir við onnur lond, tá tað snýr seg um nýbygningar. Tað eru teir tríggir politibátarnar til Grønlands og nógv umrøddi Densuddhi, sum í løtuni er raðsending í SvF. týðandi dømi um.
Hóast ongar beinleiðis ætlanir fyribils eru komnar fram á borðið um at byggja strandfaraskip, so halda teir á Skipasmiðjuni, at hetta hevði verið hugaligt høvi at starta upp aftur á Skála.