Skjót staðfesting

Skála punkteraði alt fyri eitt dystin á Svangaskarði leygardagin. Eftir fyrsta korterið stóð 0-3 á talvuni, og so kundi heimaliðið bara royna at pynta um úrslitið

Fótbóltur

Tað gongur við fullari ferð framá hjá Skála. Sigurin á Toftum var tann triði upp í slag hjá liðnum, og í øllum førum er niðurflytingin nú fingin í trygga fjarstøðu.
Sjálvir søgdu Skálamenn undan dystinum á Toftum, at talan var um lykladyst, sum skuldi takast í størsta álvara, og tað tóktust gestirnir so sanniliga eisini at gera.

Trý skjót mál
Tað tók gestunum bara níggju minuttir, áðrenn teir høvdu lagt seg á odda, tá Alexandur Johansen sendi bóltin í kassan. Tríggjar minuttir var sami maður aftur upp á spæl, og tá Jónhard Frederiksberg í næsta álopinum økti til 3-0, var leyst og liðugt.
Sjálvandi kom B68 betri við eftir hetta, nú Skála slepti takið á speedaranum nakað, men spenningu varð ongan tíð talan um. Kanska var ein lítil vón at hóma hjá vertunum, eftir at Súni Fríði Barbá minkaði um munin, men tá aftur landsliðsaktuelli Jónhard síðani økti til 4-1, varð yvirvágin staðfest.

Álit á Anderson
Skuldi nøkur troyst finnast í úrslitinum hjá B68, so mundi tað vera, at brasilski Anderson nú aftur er á liðnum. Pappírini hjá honum komu í rættlag í farnu viku, og hóast tapið, so takkaði hann við at senda bóltin í meskarnar til 2-4. Í hesum førinum bara eitt mál, sum pyntaði um úrslitið, men samstundis eitt tekin um, at Anderson væl kann vera maðurin, sum álitið skal setast á, um B68 skal bumba seg úr botninum. Her verða dystirnir móti VB/Sumba og ÍF uttan iva lyklauppgerðir, men áðrenn nakar slíkur kemur á skránna, er talan tríggjar ferðir á rað um dyst móti ovari støddum liðum. Og tað fer at seta stór krøv til toftamenninar.

Kaga uppeftir
Hjá Skáal er lagið øðrvísi betri. Teir hava nú prógvað, at laka byrjanin var ein stórur kiksari, sum kanska eisini var tengd at skaðum og aðrari fráveru. Nú eru skaðarnir burtur. Nenad Stankovic er aftur á miðvøllinum, og so er spurningurin, hvørt Skála longu hevur mist ov nógv, ella um liðið møguliga kann stríða seg enn longur upp enn sætta plássið, sum teir nú hava sett seg rættiliga tungt á.