- Hetta er ein tíð, vit eru spent upp á, og vit eru klár til eina rættiliga innrás av fólki.
Tað sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu, í samrøðu, sum VikuskiftisSosialurin seinasta fríggjadag hevði við borgarstjóran.
- Vit hava fyrireikað okkum til fasta sambandið. Vit hava barnagarð og skúla, har pláss er fyri nógv fleiri børnum enn teimum, sum eru í dag.
Hann leggur aftrat, at um neyðugt verður at byggja út, so verður tað ein luksustrupulleiki, sum hann tekur til.
- Vit eru eisini í holt við eina útstykking, har pláss verður fyri umleið 20 nýggjum grundstykkjum til sethús.
Gerhard Lognberg sigur, at í samband við nevndu útstykking er ætlanin eisini at leggja øki av til eldraíbúðir, umframt ein part til einar 16 leiguíbúðir.
- Vit fara at gera øll grundstykkini til sethús byggibúgvin og klár at byggja á, og síðan ætla vit at fáa onkran annan at standa fyri og byggja eldraíbúðir og leiguíbúðir, sigur borgarstjórin.
Hann vísir á, at grundstykkini í Skopun, sum verða seld planerað, fara at kosta undir 200.000 krónur.
- Tá eru grundstykkini púra klár at byggja á, bæði við vatni, kloakk, streymi og asfalteraðum vegi, sigur Gerhard Lognberg.
Skopunar kommuna hevur eisini nøkur óbygd grundstykki í einari eldri útstykking, og borgarstjórin heldur, at nú tunnilin kemur, eigur tað at fara at gerast lættari hjá fólki at fáa fígging.
- Tað hevur eisini víst seg at vera trupult hjá fólki, sum kundu hugsað sær at sett búgv, at fáa handverkarar, nú virksemið í landinum er so stórt, leggur Gerhard Lognberg aftrat.
##med2##