Taka skótadepil í Havnardali í nýtslu

Skótalið KFUM´s fylti 80 ár tann 9. feb. 2021, og í summar kann stásiligi depilin í Havnardali takast í nýtslu.

 

- Uttan stuðul og hjálpsemi, hevði verkætlanin ongantíð komið á mál, sigur KFUM, Tórshavn, í tíðindaskrivi

 

- Hesum vilja vit sum skótabólkur hátíðarhalda, við at skipa fyri almennari móttøku hósdagin 12 august 2021 frá kl. 19.00-21.00.  Møguligt verður at fáa pyslur og sunkist og eina rundsýning av deplinum. Kl. 20.30 verður felags legubál í Tórgarði. Øll eru vælkomin, siga KFUM skótarnir.