Skotin tí hann var samkyndur

Í amerikanska statinum Kalifornia er dómsvaldið farið undir at viðgera eitt mál ímóti einum unglingi, sum er ákærdur fyri at hava skotið ein 15 ára gamlan floksfelaga, tí hann var samkyndur. Ákærin hevur sagt, at unglingin, sum var 14 ára gamal, tá hann framdi morðið, var ávirkaður av nasistiskum hugsjónum.

Sambært BBC hevði Brandon McInerney eina skammbyrsu við sær í skúla ein dagin í februar í 2008. Har skjeyt hann tann 15 ára gamla Larry King tvær ferðir í ryggin, so hann doyði. Brandon McInerney, sum nú er 17 ára gamal, sigur seg vera ósekan. Verji hansara sigur, at drongurin skilti ikki, hvat hann gjørdi. Ákæruvaldið heldur hinvegin uppá, at tað visti hann væl, og at tað var hatur ímóti teimum samkyndu, sum fekk hann at fremja illgerðina.

Verður Brandon McInerney dømdur sekur, kann hann fáa lívlanga fongsulsrevsing.