Skoytubreytin opin eitt sindur enn

Nógvur kavi hevur darvað møguleikanum at skoyta, men nú er aftur klárt at taka ímóti gestum, skrivar Klaksvíkar kommuna á klaksvik.fo.

 

Skoytubreytin hevur verið sera væl vitjað í desember og januar, og veðrið hevur hilnast avbera væl. Í februar hevur veðrið tó darvað nakað. 

 

Skoytubreytin verður opin til 18. februar, so tað er at gera brúk av møguleikanum, nú veðrið er so gott.