Skuggagestir til Prixið

Til hvørt umfar eru 10 fólk hálvloyniligir gestir til Prix Føroyar tiltakið. Tey eru dómarar. Fyrireikararnir lata tey vera ónevnd og hava fult álit á, at tey eru før fyri at meta um avrikini hjá bólkunum

Til hvørt av innleiðandi umførunum í Prix Føroyum eru 10 fólk, sum skulu hava eygu og oyru serliga opin.
Talan er um fólkini, sum døma í kappingini.
Fyrsta árið høvdu áhoyrarnir eisini ávirkan á úrslitið, men tað var skjótt, at fyrireikararnir góvu áhoyrarunum sekkin. Í staðin varð tað dómarabólkurin, sum eina og aleina skuldi meta um bólkarnar og løna teimum eftir bestu sannføring.
Soleiðis er eisini í ársins Prix-kapping. 10 dómarar eru til tey innleiðandi umførini, og teir gera av, hvørjir bólkar skulu víðari í kappingini.
Fyrireikararnir av Prixnum halda, at tað er best, at hesir dómarar eru ónevndir, og tí ber ikki til hjá tónleik-arunum ella almenninginum at fáa upplýst, hvørji fólkini eru, sum døma.
? Vandi við at gera nøvnini á dómarunum almenn er, at so flytir fokus seg frá tónleikarunum og til dómararnar, og tað ynskja vit ikki. Harafturat rokni eg við, at tað hevði verið trupult at fingið góðar og kvalifiseraðar dómarar, um teir skuldu verið útstillaðir alment, sigur Fróði Vestergaard, samskipari av Prix-num.
Mugu ikki tosa saman
Dómararnir døma hvør í sínum lagi. Teir hava hvør sítt skjal at útfylla um hvønn bólk, og hesi skjøl verða latin inn, tá ið allir bólkarnir hava verið á pallinum.
Dómararnir hava ikki loyvi at tosa saman, áðrenn teir geva stigini, og tað skal tryggja, at dómararnir siga sína hugsan uttan at vera ávirkaðir hvørjum øðrum.
Stigini hjá teimum 10 dómarunum verða tald saman, og so er úrslitið greitt.
? Hetta ger, at hvør einstakur dómari í grundini ikki kann heftast fyri tí samlaða úrslitinum, tí hann hevur givið síni stig, og tað er ikki kanska ikki rættiliga í samsvar við samlaða úrslitið, sigur Fróði Vestergaard.
Hann heldur, at royndirnar frá 20 Prix-kappingum siga, at hetta er besti hátturin at skipa dømingina, og útlendsku gestirnar halda eisini, at skipanin er góð.
? Eg haldi, at tey flestu hava verið nøgd við døm-ingina, og dómararnir hava fingið frið aftaná, tí eingin visti rættiliga, hvør dømdi hvørt kvøldið. Ein dómari kann lættliga fáa eina rúgvu av óvinum, tá ið hann ella hon eru liðug at døma allar kappinginar, og tí er eingin orsøk at stilla teir fram, heldur Prix-samskiparin.
Alment aðrastaðni
Føroyingar hava seinastu árini havt møguleikan at fylgja fleiri donskum tónleikakappingum. Popstars er ein teirra, Melody Maker og Grand Prixið tvær aðrar, og nú er føroyingur eisini við í Stjerne for en aften.
Í øllum hesum kappingum og øðrum við er dómarabólkurin almennur. Øll vita, hvørji fólkini eru sum døma, og tey standa við sín dóm.
? Popstars og aðrar kappingar hava nakrar fáar dómarar, sum nýta tíð at tosa saman og at semjast. Eg haldi ikki nógv av hesi skipan, tí vanliga verður tað tann dómarin, sum dugir best at tosa fyri sínari søk, sum vinnur kjakið, heldur Fróði Vestergaard.
? Í Prix Føroyum sleppa allir dómararnir at siga sína hugsan, og øll stigini telja. Hetta hevur víst seg sum eina vælvirkandi skipan, sum flest øll eru fegin um.
Krevja at vera ónevndir
Dómararnir hava avgerandi orðið at siga í Prix Føroyum. Tónleikarar venja í vikuvís og fáa síðani ein dóm, sum teir mugu góðtaka. Hevði tað tí ikki verið rímiligt, at nøvnini á dómarunum vóru almenn, og at teir stóðu við sín dóm?
? Vit liva í einum lítlum landi, og tað eiga vit at taka fyrilit fyri. Tað er trupult at finna væl kvalifiseraðar dómarar, og fleiri krevja beinleiðis at vera ónevndir. Um fólk vistu, hvørji dómararnir eru, kundu teir skjótt verðið órógvaðir av fólki, sum ynskja at ávirka dømingina, heldur Fróði Vestergaard.
? Vit siga vanliga, hvørj-ar førleikar dómararnir hava, so eingin er í iva um, at tað eru fakfólk, ið døma. FUT, Útvarpið, Sjónvarpið og Norðurlandahúsið velja dómararnar, og tað eru fólk, ið hava innlit í tónleik og eru opin fyri øllum tónleikastílum.
Í finaluni eru tað vanliga fleiri útlendskir dómarar, og tá er talið á dómaraskarinum eisini nógv hægri enn til innleiðandi umførini. Fyri tveimum árum síðani vóru 26 dómarar í finaluni, og talið fer at líkjast hesum aftur í ár.