Hetta er ein samrøða, ið blaðið ³Politiken² hevði við hesi fýra føroysku skúlabørn sama dagin, sum tey fóru heim til Føroya um kvøldið við Tjaldrinum. Børnini eru Selma Jacobsen úr Leirvík,Turid Tausen av Eiði, Oda Gård-Hansen og Poul Eide, bæði úr Havn.
Politiken byrjar samrøðuna soleiðis:
³Tey føroysku skúlabørnini fara heim aftur til Føroya í dag við Tjaldrinum við nógvum góðum minnum um alt tað, ið teimum hevur verið fyri á ferðini í Danmørk, men best av øllum var Sirkus. Tey komu niður higar í vøkrum, føroyskum klæðum, og Keypmannahavn tók tey til sín við opnum ørmum. Tá ið tey jóansøkukvøld fóru inn í raðið av donskum skúlabørnum á Bellahøj, vóru lógvabrestirnir nógvir og harðir. Tann vakri búnin hjá gentunum og tann reyða føroyska húgvan hjá dreingjunum gjørdu hesa skrúðgongu við børnum bæði veitslukenda og frálíka. Men eisini úti á bygd vórðu hurðarnar latnar upp fyri hesum hundrað føroysku børnunum úr teimum fjaru oyggjunum uppi í Atlantshavi. Tey blivu spjadd út um landið til ltey gestablíðu donsku heimini.
Men nú fara tey so heimaftur, og hvat hevur so verið teimum fyri av stuttligum og løgnum tilburðum í hesum fremmanda landi, sum tey vóru í á fyrsta sinni.
Nógva ferðslan hugtók Poul Eide
Í Keypmannahavn gistu tey um borð á fregattini ³Jylland², og í gjár fóru tey so haðani til skilnaðarveitslu í Føroyingafelag, ið er stovnað seinrapartin í hinari øldini. Har drukku tey kaffi og dansaðu føroyskan dans og kvóðu síni aldargomlu kvæði. Vit stukku inn á gólvið og prátaðu við nøkur av teimum.
Hvat var so tað mest hugtakandi av øllum tí, tú sá í Danmørk spurdu vit ein drong, Poul Eide úr Havn.
Tann nógva ferðslan.
Hví?
Eg havi altíð havt stóran áhuga í ferðslu, og eg ætli mær at vera verkfrøðingur, men í Føroyum hava vit ikki so nógva ferðslu, at tú kanst læra nakað av henni. Tí bleiv eg glaður, tá ið mær varð unnað at vera við á hesari ferð. Eg havi lisið eitt sindur um ferðslu í Danmørk, hvussu hon er skipað, men eg óraði ikki, at hon var soleiðis.
Hvussu?
Havnin lítil, hevur tú sæð Keypmannahavn
Heima á landi hava vit bilar, men kortini ikki sum her. Vit hava ikki slíkar stórar ferðabilar sum teir, eg sá í Jútlandi. Men eg var enn hugtiknari av jarnbreytarførunum. Guvutokini eru tey bestu, í øllum førum dámar mær tey best. Tey lata royk og guvu upp gjøgnum skorsteinin. Eg hevði aldri ímyndað mær, at eitt tok kundi koyra so skjótt, skjótari enn ein bilur.
Hvat dámar tær lunnavognarnar?
Teir koyra ov seint.
Leingist tær heim aftur?
Nei, tað er ógvuliga lítið. Eg vildi helst verið her.
Men tú skalt heim aftur at halda fram við skúlagongdini.
Ja, eg skal vera studentur fyrst, vit hava okkara egna studentaskúla í Havn, men tá ið eg havi fingið prógvið, komi eg niður aftur. Tað gleði eg meg til.
Dámar tær ikki Havnina?
Jú, sjálvandi, men tá ið tú hevur sæð Keypmannahavn, heldur tú, at býurin er so lítil, og tað er hann eisini.
Soleiðis málbar hesin gløggi drongur úr Havn seg.
Tá ið vit skuldu taka eina mynd av Pouli saman við einari føroyskari gentu, skuldi tað vera Oda úr Havn.
Hví júst henni?
Jú, vit ganga í sama skúla og eru í sama flokki.
Dámar tær hana?
Mær dámar hana væl.
Samrøða við tríggjar glaðar føroyskar gentur.
Grótu av longsli
Vit settu tríggjar gentur kring um okkum í eina sofu, og tær vóru Oda úr Havn, Selma úr Leirvík og Turid av Eiði. Tær vóru vakrar á at líta í sínum vakra, litfagra búna.
Hvat halda tit um tað at koma niður higar at vitja okkum?
Tað er frálíkt, siga tær, tað er so nógv, ið hevur verið okkum fyri.
Kundu tit hugsað tykkum at verið her hjá okkum?
Nei, vit vilja sleppa heim aftur.
Hví, leingist tykkum heim?
Ja, okkum leingist, eitt sindur.
Eitt kvøldið var tað ein genta, segði Oda, sum lá í song sínari og græt, tí henni longdist eftir pápa sínum og mammu sínari, men tað var býtt gjørt av henni, tí tey hoyrdu hana ikki.
Tit gráta ikki av heimlongsli?
Halda tygum, at vit eru býttar? segði Selma.
Stauning hevur stórt skegg?
Hvat hava tit verið mest hugtiknar av í Danmørk?
Sirkus, svaraðu allar tríggjar, sum við ein munn. Tað flúgvandi trapezið, tað var vakurt og hestarnir, slíkar hava vit ikki í Føroyum. Sum teir vóru vakrir og fínir.
Dámar tykkum býin Keypmannahavn?
Ja, djóragarðurin er frálíkur.
Hvørji djór stuttleikaðu tykkum mest?
Apurnar segði Selma.
Nei, páfuglurin segði Turid.
Nei, papageykarnir segði Oda. O sum teir eru stuttligir. Teir tosaðu við okkum.
Føroyskt?
Vit royndu, men teir skiltu okkum ikki, men teir skiltu okkum væl, tá ið vit málbóru okkum á donskum. Tað var ógvuliga stuttligt. Tá ið vit komu til húsa og fóru til songar, lógu vit og tosaðu um papageykarnar, til svøvnur kom á okkum.
Í ferðini heim aftur er Stauning við, kenna tit hann?
Ja, hann er forsætisráðharri.
Hvat vita tit annars um hann?
Jú, hann hevur stórt skegg og hevur líka nógv at siga sum kongur, er tað rætt?
Tit kunnu spyrja hann, nú tit skulu vera í ferðalag við honum.
Ja, tað kunnu vita gera, segði Oda, og so flentu allar tríggjar so hjartaliga.