Tað er einki loyndarmál, at Bjørn á Heygum, sum fekk flestu atkvøður á seinasta vali, ikki er samdur við sínum partamonnum, ið vilja hava Edmund Joensen sum formann í Sambandsflokkinum. Hann fer kortini ikki burturúr flokkinum, men ætlar sær fyribils at arbeiða innanhýsis.
Bjørn á Heygum hevur sítt virki at taka sær av, er advokatur og hevur nógv viðskiftafólk, sum kanska ikki hava fingið so góðar sømdir seinastu fýra árini, sum Bjørn á Heygum av røttum vildi givið teimum.
Spurningur um
at ofra seg
Tá hann so hugsar um tær 15.000 krónurnar, sum tingmenn vinna um mánaðin, so er tað eisini ein spurningur, um tað svarar seg fíggjarliga, at leggja stilt, fyri at vera í politiskum arbeiði í fýra ár.
Tað er tí ein spurningur, hvussu nógv eg vil ofra meg á politiksa viðvøllinum, sigur Bjørn á Heygum.
Rumbul og stórt arbeiðstrýst hevur verið nóg mikið av hesi árini, og helst hevur tað ikki gagnað fyritøkuni hjá Bjørn á Heygum, at hann hevur verið í fokus at kalla hvønn dag síðani hann byrjaði í tinginum.
Hevur tú mist viðskiftafólk hesi árini?
Eg havi varhugsan av, at tað hevur gingið út yvir virkið. Politiska arbeiðið er ikki sambæriligt við tað í advokatvirki mínum.
Tað, at tú ert politiskt aktivur ger kanska, at fólk uppfata teg, sum ert tú ikki neutralur. Tey hava kanska ikki álit á tær, tá tey skulu søkja sær hjálp og ráðgeving í løgfrøðiligum spurningum, sigur Bjørn á Heygum.
Er tað ein trupulleiki fyri demokratisku skipanina, at tinglønirnar eru so vánaligar?
Tað er greitt, at fyri høgt útbúgvið fólk er tað ikki freistandi at fara upp í politikk, við hesi samsýning sum tingið bjóðar fólki.
Alt gott at siga um fakligu og politisku arbeiðsorkuna í tinginum, men vandin fyri demokratisku skipanini er til staðar. Væl útbúgvið fólk er neyðugt í tinginum, men hvussu skulu fólk leggja fólk sítt privata starv niður, fyri 15.000 krónur um mánaðin?
Lært nógv um samfelagsskipanina
Hvørjar royndir hevur tú gjørt tær um samfelagið hesi fýra árini?
Eg havi lært nógv fólk at kenna, og havi fingið innlit í politiska skipanina.Tað hevur verið ótrúliga upplýsandi og gevandi, og er ein góð barlast at fara víðari við.
Kanst tú brúka tað í tínum virki?
Tað kann eg avgjørt. Við tað at kunnleikastøðið er so nógv betur, kenni eg samfelagið frá øðrum sjónarhorni, og veit hvussu skipanin virkar. Tað er gagnligt - eisini í advokatvirki mínum.
Ósemjan fær meg at bakka út
Um nú stóra ósemjan í Sambandslokkinum ikki var íkomin. Hevði tú so stillað uppaftur?
Eg veit ikki rættiliga, men avgjørt spælir tað inn, at tað hevur verið so nógv rumbul, sum fær teg at bakka út. Tann ósemjan, sum er innanhýsis í flokkinum fær hugin at koppa tann vegin, at nú var nóg mikið. Hugurin at luttaka í politikki er minkaður í stórum, sigur Bjørn á Heygum.
Hann heldur tað vera lítið hugaligt at luttaka í einum flokki, har altíð er ósemja innanhýsis, og har eingin virðing er fyri leiðsluni.
Tað hevur verið oyðileggjandi, at Edmund Joensen er púra óbrúkiligur sum leiðari í Sambandsflokkinum, sigur Bjørn á Heygum, og grundar sína áskoðan á henda hátt·.
Edmund Joensen hevur nakrar negativar, niðurbrótandi eginleikar, sum bara skapa split og ósemjur. Gongdin seinastu árini prógvar týðuliga, at løgmaður ikki er førur fyri at standa á odda fyri landsins leiðslu.
Við øðrum orðum, so er Edmund Joensen eitt klassiskt dømi um vánaligt politskt handalag, og skúladømi um politiskan kleyvarskap tá hann er bestur. Hetta er tragiskt, sigur Bjørn á Heygum.
Útskrivaði val ein sunnumorgun
Tað eru eisini nógv dømi at taka av, eitt nú tá Edmund Joensen brádliga ein sunnumorgum í 1996 lat útvarpið frætta, at val varð útskrivað.
Vit høvdu tá sitið og samráðst og skrivað samgonguskjal við Fólkaflokkin, sum kom í samgonguna eftir at Javnaðarflokkurin fór úr Landsstýrinum. Hetta gjørdi løgmaður av sínum eintingum, og uttan at tosa við nakran í Sambandsflokkinum ella onnur um tað. Tað eydnaðist tó flokkinum at trýsta Edmund Joensen at taka orðini í seg aftur ta ferðina. Um nakað, so er hetta prógv um ábyrgdarleysan atburð og vánaligt poltiskt hegni. Og kortini gjørdi hann tað.
Hetta vísir, at Edmund Joensen onga virðing hevur fyri grundleggjandi parlamentarisku reglunum, sum galda í politikki, sigur Bjørn á Heygum.
Hann vísir á onnur dømi, um einagongdina hjá løgmanni, har alt snýr seg um persónin Edmund Joensen og vertin á avleiðingarnar og tað, sum onnur halda.Tá ber ikki til at lata sum einki, heldur Bjørn á Heygum.
Eitt nú tá løgmaður á sinni fór niður at samráðast við donsku stjórnina, og kravdi 2,7 mió.krónur í endurgjaldi. Tað gjørdi hann eisini av sínum eintingum, og utttan at ráðførda seg við Landsstýrið ella flokkin. Bjørn á Heygum heldur, at tað er ótrúligt, at slíkur maður hevur meirlutan í Sambandsflokkinum
Tú segði við danskt blað herfyri at løgmaður var ótilrokniligur og undirgravaði samráðingarnar í bankamálinum. Er vandi fyri, at sama skilið er eitt nú í marknatrætuni við bretar. Hann lurtar t.d. ikki eftur uttanlandsnevndini?
Tað noyddist eg at siga, tá hann útskrivar val, bert tí hann ikki hevði undirtøku í sínum lokalfelag. Tað er ikki hent í verðini áður, at ein leiðari skýtur so langt yvir mál, og tekur eitt heilt fólk sum gísla. Um tað ikki er ótilrokniligt, so veit eg ikki, sigur Bjørn á Heygum.
Tekur støðu við attaka onnur av ræði
Hann veit eisini, tá vit nevna tað, at løgmaður ikki hevur tikið eitt tilmæli frá uttanlandsnevndini til eftirtektar.
Edmund Joensen tekur støðu, við at taka onnur av ræði, sigur hann.
Kann tað ikki fáa avleiðingar fyri framtíðar oljuvinnuna, at løgmaður vil bíða við útbjóðing á føroyskum øki til marknatrætan, sum hann ikki hevur megnað at greiða, er loyst?
Avgjørt. Hetta er ein álvarsligur trupulleiki. Um málið ikki verður loyst rímiliga skjótt, missa oljufeløgini áhugan fyri føroyska økinum og fara at venda sær aðrar vegir, og koma kanska ikki aftur.
Her hevur hann eisini gruggað málið, so útlitini ikki eru betur enn í bankamálinum, sigur Bjørn á Heygum.
Løgmaður dámar
ikki mannin
Tað var eisini eitt bakkast fyri málið, at Árni Olafson var koyrdur frá sum formaður í Oljuráðleggingarnevndini. Grundgevingin sigst vera, at Edmund Joensen snøgt sagt ikki dámar mannin?
Tað hevur verið tosað um hetta. Sera óheppið er tað eisini, av tí at Árni Olafson er ein kapasitetur í økinum, og at vit nú ongan mann hava, sum kann gera honum arbeiðið eftir. Hetta var ein skeiv og sera óheppin avgerð, sigur Bjørn á Heygum.
Er stýrisskipanarlógin ikki nóg góð,tá løgmaður kann gera so nógvar feilir, uttan tó at tað fær avleiðingar?
Eingin lóg er frægari enn tey fólk, sum skulu umsita hana. Megnar tann persónurin, ið situr ovast í leiðsluni, ikki at lyfta ta ábyrgd og tær uppgávur, sum er ein treyt fyri at lógin virkar eftir ætlan, so gerst einki, sigur Bjørn á Heygum.
Eru føroysku politikarar ikki førir fyri at arbeiða undir nýggju skipanini?
Jú, tað er ikki málið. Trupulleikar standast í slíkum føri, av tí at vit eru so myndugleikatrúgv og bundin av siðvenjing og lyndi. Tí er torført at hugsa øðrvísi enn vit altíð hava gjørt.
Vit eru trek at taka avgerðir í politikki, og gera mistøk, kanska tí vit ikki eru nóg væl upplýst, og ikki fáa ta neyðugu vitanina aftanfyri hendingarnar. Tá er torført at taka støðu.
Vit kunnu siga, at politiska skipanin ikki er nóg opin. Tað hevur ikki borið til at døma persónar, av tí at tað ikki kom fram, hvat teir gjørdu.
Tí sleppa politikarar ofta snikkaleysir frá skeivum avgerðum, sigur Bjørn á Heygum, sum fer aftur í 80 árini sum dømi um, skeivleikar í politisku skipanini. Har visti eingin fyrr enn ov seint, at nakað var galið, júst tí at politiska skipanin var so afturlatin.
Vit hava enn trupulleikar av slíkum slag, men nýggja skipanin er kortini munandi betur og tryggari.
Nú eru reglur fyri ábyrgd í almennu umsitingina, sum setur krøv til tann einstaka: Skal demokratiið virka, noyðist skipanin at verða enn meira opin, enn hon er í dag.
Fólkið skal hava vitan, og miðlarnir eiga uppgávuna, at fáa alt fram, fyri at almenningurin kann verða kunnaður um tað, sigur Bjørn á Heygum.
Tað hevur júst verið trupulleikin í t.d bankamálinum, at Edmund Joensen ikki hevur sagt almenninginum um gongdina, men hevur latið aðrar í Landsstýrinum um tað. Hvat heldur Bjørn á Heygum um tað?
Tað er ikki serliga mansligt at skulka sær undan ábyrgd, og á henda hátt lata aðrar verða skotbjálvar. Tað skilji eg als ikki, sigur Bjørn á Heygum.
Hann fer nú at halga sær arbeiðið á advokatvirki sínum fyribils, men tað er ikki óhugsandi, at hann stillar upp aftur í tinginum eina aðru ferð - og tað verður avgjørt fyri Sambandsflokkin, sigur hann.