Skúlarenning í dag – vísið varsemi í ferðsluni

Løgreglan heitir á bilførarar um at vísa serligt varsemi í ferðsluni í dag, tí fleiri skúlar skipa fyri skúlarenning í dag.

(Mynd: Skúlin á Fløtum 2021)

– Vit hava fingið boð frá fleiri skúlum her í miðstaðarøkinum, at tey skipa fyri skúlarenning í dag, tí vilja vit heita á allar bilførar um at vísa størsta varsemi, sigur vakthavandi á politstøðini í Havn.

 

Skúlarenning er eisinin aðrastaðni í landinum, so allir bilførarar eiga at vísera serligt varsemi í ferðslun í dag.

 

(Mynd: Skúlin á Fløtum 2021)