Skuldi ikki skjóta Olof Palme

Christer Pettersson skjeyt Olof Palme. Men tað var eitt mistak, tí hann skuldi skjóta ein annan mann.

Fyrrverandi ovastin í loyniligu svensku løgregluni Sæpo, Tore Forsberg, skrivar í nýggjari bók, at tað var Christer Pettersson, sum myrdi svenska forsætisráðharran Olof Palme tann 28. februar í 1986. Men Forsberg skrivar eisini, at Christer Pettersson ætlaði sær ikki at myrða Palme, men ein annan mann. Vanlukkan var, at hann helt Palme vera mannin, sum hann skuldi skjóta.
Tore Forsberg skrivar í bókini, at hann hevur hesar upplýsingar frá einum manni, sum hann kallar "Marcus", og hann sigur seg vera sannførdan um, at maðurin sigur sannleikan. Sambært "Marcus" var Christer Pettersson komin at skylda einum manni, sum æt Sigge Cedergren, nógvar pengar fyri rúsevni, og Pettersson hevði eisini brotið inn í íbúðina hjá Cedergren, har hann hevði stolið rúsevni, pengar og eina skammbyrsu.
Aftan á innbrotið kendi Sigge Cedergren seg hóttan, og hann bað ein av sínum vinmonnum beina fyri Christer Pettersson. Vinmaðurin játtaði, men hálsaði seinni um og fór óistaðin til Christer Pettersson og greiddi honum frá ætlanini hjá Cedergren. Christer Pettersson gjørdist frá sær sjálvum, og tá hann tann 28. februar í 1986 fekk at vita, at Sigge Cedergren og vinkona hansara vóru í biograf í Stockholm, gjørdi hann av at bíða uttanfyri. Hjá sær hevði hann eina skammbyrsu.
Sigge Cedergren og vinkonan vóru í biografinum. Tað vóru Olof Palme og konan, Lisbet, eisini. Tá forsætisráðharrin og konan komu út, helt Christer Pettersson tey vera Sigge Cedergren og vinkonu hansara. Tí varð svenski forsætisráðharrin myrdur, skrivar Tore Forsberg.