Ein kvinna, sum varð tikin tíðliga um morgunin nýggjársdag fyri at hava stungið ein mann við knívi, situr enn í varðhaldinum á politistøðini.
Tað var heilt tíðliga um morgunin nýggjársdag, at ein ringt varð til løgregluna at koma til eini hús, har tað var enda heilt galið ímillum mannin og kvinnuna í einum parlagi.
Tað vísti, at kvinnan hevur stungið mannin nakrar ferðir ymsastaðni á kroppinum við knívi. Hann varð innlagdur á Landssjúkrahúsið, men hann hevur ikki verið í lívsanda og løgreglan sigur, at hann verður útskrivaður aftur nú.
Kvinnan varð handtikin og síðani varð hon sett í varðhaldið og í gjár hon í grundlógaravhoyring í Føroya rætti. Í fyrra lagi er kvinnan skuldsett fyri drápsroynd, og í øðrum lagi er hon skuldsett fyri grovan harðskap.
Ákæruvaldi vildi hava kvinnuna varðhaldsfongslaða í nakrar dagar afturat fyri at fáa umstøður at lýsa málið út í æsir, uttan at vandi skuldi vera fyri, at hon órógvaði uppkláringararbeiðið upp á nakran máta.
Men tað var Føroya rættur ikki samdur og tí varð avgjørt at lata hana leysa aftur. Sostatt skeyt ákæruvaldið avgerðina inn fyri landsrættin. Úrskurðurin frá landsrættinum kemur helst í morgin og til tann avgerðin er tikin, verður kvinnan sitandi í varðhaldi.
Løgreglan sigur, at enn vita tey ikki, hví kvinnan fór so harðliga fram ímóti manninum.