Málið um skotska ferðaleiðaran, sum varð handtikin leygardagin, og sum hevur sitið í varðhaldi síðani tá, er latin leysur aftur og sleppur av landinum í dag.
Í sambandi við hetta málið, var tað sent sum eitt hastimál til útlendingastýrið í Danmark. Har varð avgjørt, at maðurin er útvístur við innferðarbanni í tvey ár.
Hin partin av málinum, sum snýr seg um eitt sektaruppskot upp á 300.000 krónur, bíðar til málið kemur fyri í Føroya Rætti. Maðurin jattar seg partvís sekan í at hava arbeitt ólógliga í Føroyum, men kann ikki góðataka bótina.
Vaktleiðarin á politistøðini greiðir í morgun frá, at løgreglan hevur roknað seg fram til hasa upphæddina við at brúka onnur líknandi mál og so falda bótina upp.
Vaktleiðarin sigur eisini, at eitt slíkt mál kann ikki skundast ígjøgnum rættin. Tá talan er u straksdómar so er tað tí, at tann skuldsetti játtar seg sekan í øllum viðurskiftum.










