Mattias H. Lamhauge vardi sunnudagin aftur málið hjá Strømsgodset, og hann helt málið reint, tá Strømsgodset í heimadysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini vann 1-0 á gamla føroyingaliðnum, Bryne. Í dystinum hevði Mattias fleiri góðar bjargingar.
Herman Stengel skoraði sigursmálið hjá Strømsgodset í 58. minutti við einum rimmar langskoti.
Strømsgodset er fremst í deildini við 20 stigum fyri níggju dystir. Kongsvinger hevur eisini 20 stig, og teimum á baki eru Odd og Haugesund við 19 stigum hvør.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Strømsgodset-Bryne 1-0 (0-0). Í samandráttinum síggjast fleiri góðar bjargingar hjá Mattiasi:
##med2##










