- Dómarin hevur uppfunnið nakað, sum einki grundarlag er fyri.
Tað sigur Bjørn á Heygum, sakførari hjá Sveini Tróndarson, fyrrverandi tíðindaleiðara á Portalinum.
Hann var ein av teimum, Jørgen Niclasen stevndi fyri ærumeiðing, tí hann var lagdur undir at hava snýtt í tolli.
Og á miðdegi varð Sveinur Tróndarson dømdur at rinda 20.000 krónur í bót fyri ærumeiðing, umframt at hann skal rinda Jørgen Niclasen sín part av 50.000 krónum í endurgjaldi fyri tort og Sviða, umframt sín part av 75.000 krónur fyri sakarmálskostnaðin hjá landsstýrismanninum.
Men sum vit lósu á info í áðni, er hann so ónøgdur við dómin, at hann hevur longu nú gjørt av at skjóta dómin inn fyri landsrættin.
Les eisini: Sveinur Tróndarson kærir dómin
Sakførari hansara, Bjørn á Heygum sigur, at dómurin byggir á skeivar fortreytir og at dómarin hevur uppfunnað eina fortreyt, sum einki grundarlag er fyri. Bjørn á Heygum vísir á, at tey, sum vórðu stevnd fyri ærumeiðing, hava ansað sera væl eftir, ikki at ákæra Jørgen Niclasen fyri nakað revsivert.
Les eisini: Hetta hevur verið øgiliga hart
- Tað hava tey ansað sera væl eftir, tí fútin hevur longu staðfest, at løgfrøðiliga kann Jørgen ikki ákærast fyri at hava gjørt nakað revsiverk. Kortini er tað hetta, sum er grundarlagið undir dóminum, heldur Bjørn á Heygum. Men hinvegin er tað ein veruleiki, at Jørgen Niclasen hevur gjørt seg sekan í óreglusemi
Trýst á pílin undir myndini og, hvat sakførarin heldur um dómin |