Tað var fyrrakvøldið, at ein bilur rendi í veggin í Leynatunlinum. Løgreglan kom á staðið, men tá hevði bilførarin roynt at koyra av staðnum. Tað eydnaðist ikki so væl, tí bilurin var illa farin og fekk illa koyrt. Eitt nú var hann punkteraður.
Men fólkini, sum vóru í bilinum, vildu ikki siga løgregluni, hvør hevði koyrt. Men hesin fann løgreglan út av í gjár, og tí er annar persónurin nú skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka og ella rúsevnum.
Blóðroynd var tikin av fólkunum alt fyri eitt, hóast greiða ikki varð fingin á, hvør teirra hevði koyrt. Vaktleiðarin sigur, at tað er hent áður, at tvey fólk eru skuldsett fyri at hava koyrt í slíkum førum. Men hetta endaði so við, at annað fólk varð skuldsett.











