Tað verður ein vika á Mallorka í august 

- Tú fært so nógvar góðar upplivingar við at ferðast: Tú sært vøkur og áhugaverd støð og fært stuttligar og góðar upplivingar saman við familjuni, sigur Súni Kristiansen

 

Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum?  

- Eg vænti, at vit fara at ferðast bæði í Føroyum og uttanlands. 

Tað sigur Súni Kristiansen. 

Sig eitt sindur um tínar ferðaplanir í ár? 

- Ætlanin er at fara eina viku til Mallorka í august og so vitja áhugaverd støð í Føroyum eisini.  

Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja? 

- Eg havi verið á 17 av oyggjunum - Lítla Dímun hevur enn ikki havt vitjan av mær, men eg vildi fegin komið út í oynna! leggur hann aftrat. 

Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast?  

- Tú fært so nógvar góðar upplivingar við at ferðast: Tú sært vøkur og áhugaverd støð, fært stuttligar og góðar upplivingar saman við familjuni, og so lærir tú eisini altíð okkurt nýtt og fært góð hugskot, sigur Súni Kristiansen. 

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, eru fleiri fólk spurd um sínar ferðaplanir í summar.

 

Lesið eisini: Kvinnan við Føroya kendasta navni

 

https://www.in.fo/news-detail/fia-selma-hevur-verid-i-oellum-oyggjum-i-foeroyum

 

##med2##

 

- Ætlanin er at fara til Mallorka í august og so vitja áhugaverd støð í Føroyum eisini