Samráðingarnar ímillum Fíggjarmálaráði og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið øðrumegin og Maskinmeistarafelagið hinumegin, eru nú slitnaðar.
Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagum sigur, at Fíggjarmálaráðið hevur boðað frá, at tað krevur ein lønarniðurskurð upp á 4 %, men at Maskinmeistarafelagið heldur fast við upprunaliga kravið um at lønin hækkar 2,9% tann 1. okt. 2011 aftur 3,4% tann 1. okt. 2012 .
Partarnir samdust tí um, at hittast í morgin at velja semingsfólk.
Maskinmeistarafelagið hevur á fundi í dag kunnað hini feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum um støðuna.