Skulu betala minni í kommunuskatti

Sands kommuna hevur í kvøld samtykt at halda fast við ein tann størsta barnafrádráttin í landinum, samstundis sum kommunuskatturin verður lækkaður við 1,5 prosentum.

Fíggjarætlanin hjá Sands kommunu fyri 2018 er endaliga samtykt í kvøld.

 

Samtykt er at halda fast við ein tann størsta barnafrádráttin í landinum - ella 8.500 krónur fyri hvørt barnið, samstundis sum kommunan lækkar kommunuskattin við 1,5 prosentum niður í 21 prosent.

 

Brandur Sandoy, borgarstjóri, sigur, at íløgur verða gjørdar fyri 5,35 miljónir krónur í komandi ári, harav størstu einstøku íløgurnar verða í útstykkingina uppi á Vatnsryggi - og til nýggja brandstøð.

 

- Tilbúgvingarætlanin fyri kommununa verður liðug innan 1. apríl komandi ár, og góðkenningin av vatnveitingarskipanini verður vónandi liðug í ár.

 

Borgarstjórin vísir á, at ábøtur verða gjørdar á læknamiðstøðini, serliga við atkomuni hjá rørslutarnaðum í huga, og eisini fáa læknarnir eina heimasíðu, har møguligt verður at bíleggja viðtalu og annað.

 

- Eldraøkið verður uppraðfest við starvsfólki, og ventilatiónin skal upp aftur at koyra, køkar skulu skiftast, og loysn skal finnast fyri fleiri umlættingarplássum á røktarheimunum.

 

Brandur Sandoy sigur, at meginskúlin skal hava fleiri pengar til umvælingar og viðlíkahald, nýggjar skermtalvur eru bílagdar til Sands skúla.

 

Hann vísir á, at bátateymarnir verða skiftir í hesum døgum, og arbeiðið at umvæla skúrarnar í Støðni er um at verða liðugt.

 

- Kloakkarbeiðið í kommununi fer eisini at halda fram, og í 2018 er ætlanin at brúka 800.000 krónur upp á kloakkirnar, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu.