Skulu ikki noyðast til Suðuroyar at ganga í skúla

Nú er tankin aftur frammi um at umskipa viðurskiftini í sambandi við heilsuskúlan í Suðuroy

Tey, sum vilja nema sær útbúgving sum heilsurøktari og heilsuhjálpari, skulu ikki noyðast at fara til Suðuroyar á Heilsuskúla. Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og formaður í Kommunufelagnum.

 

Tað er stórt trot á starvsfólki á eldraøkinum og í Føroyum er ein heilsuskúli, og hann er í Suðuroy. Men lesararabrævið hjá Heðini Mortensen í dag, sigur hann, a tað er ein hópur av ungum og vaksnum, sum ongar, ella vániligar møguleikar at sleppa burturúr sínum vanliga gerandisdegi at fara í skúla í mánaðir og ár, tí tey eru bundin av familju, búplássi og øðrum.

 

Tá vit tosa um til dømis styttri útbúgvingar, eitt nú heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingarnar, átti at borið til at lagt hesar útbúgvingarnar um, soleiðis at tær vórðu skipaðar sum ein vanlig lærlingaskipan við hartil hoyrandi skúla.

 

Heilsuhjálparaútbúgvingin tekur t.d. bara 15 mánaðir, íroknað frítíð, harav minni enn helvtin er teoretisk útbúgving. Høvdu vit kunna skipað útbúgvingina sum eina lærlingaskipan, har næmingarnir arbeiddu við fullari løn og tóku skúlan í arbeiðstíðini, so ivist eg ikki í, at tilgongdin hevði verið munandi størri, sigur hann

 

– Vit áttu at gjørt útbúgvingini liðiligari, Ikki við at flyta skúlan úr Hovi, men við at gera útbúgvingina atkomuliga norðanfjørðs, ella við at skipa partar av útbúgvingini sum fjarlestur. Hetta hevði fingið fleiri til at tikið útbúgvingina, heldur Heðin Mortensen.

 

Les meiri um, hvat hann heldur um støðuna við at trýsta her. Lærlingaskipan at útbúgva heilsurøktarar og hjálparar