Skulu raka Sea Shepherd við teirra egna vápni

So høvdu teir neyvan torað at sent filmsupptøkur av grindadrápi um allan heimin


Sea Shepherd hevur sett sær fyri at vera í Føroyum í alt summar, heilt til 1. oktober, í eini roynd at forða fyri grindadrápi.

 

Nógv hugskot eru um, hvussu føroyingar skulu bera seg at. Tjóðin er farin í tvíningar um vit skulu gevast at drepa grind ímeðan tey eru her, ella skulu vit bera okkum at, sum vant?

Skulu vit vera blíð við tey, ella vísa teimum durafjórðingin?

Eitt av teimum meiri sermerktu hugskotinum kemur frá Heina í Havn Magnussen, sum heldur, at vit skulu raka Sea Shepherd
 við teirra egna vápni.

 

Á Facebook vísir hann á, at  Sea Shepherd leggur stóran teir dent á at taka grindadráp uppá film og at vísa hetta í sjónvarpi um allan heimin.

Sjálvur heldur hann ikki, at vit eiga at bakka fyri teimum. Tvørtur ímóti skulu vit verja okkara rætt til sjálvi at avgera hvat vit gera, í okkara egna landi!


Men hann heldur, at tað ber til at raka Sea Shepherd við teirra egna vápni.

 

- Eg havi spurt meg fyri hjá eini føroyskari prentsmiđju, hvat tað hevdi kostað at fingið 100 svartar t-shirt við Sea Shepherd prenti á rygginum, sigur hann.

- Hugskotið er, at grindamenn lata seg í Sea Shepherd troyggju áðrenn drápið byrjar, og medan skorið verður upp. 


Hann væntar ikki, at Sea Shepherd hevði torað at sent ein film kring heimin, har tey sum drupu eina grind, vóru Sea shepherd fólk.

 

Hann sigur, at verða 100 slíkur blusur keyptar, kostar tær 50 krónur hvør,  við Prenti.

Hetta er eittt hugskot, sum nógvir føroyingar taka undir við, tí  sjáldsama nógv hava dámt tað, hann skrivar.