Skulu taka væl ímóti Sea Shepherd

Føroyingar skulu taka væl í­móti Sea Shepherd
– Vit skulu ikki taka okkum so nógv av tí, teir sokallaðu um­hvørv­is­fel­ags­skap­ir­nir s­iga og gera.

Áki Berthldsen

Tað var boðskapurin hjá Ó­lav­i Sjúrðarbergi, formanni í Grind­a­manna­felagnum.
Grindamanna­felag­ið hevði aðalfund í gjár, men tað er synd at siga, at frá­boð­anin frá Sea Shepherd um, at tey koma til Føroya í summ­ar, fekk nakra sum helst umrøðu.
Nøkur fá orð frá for­mann­i­num, var einastu ferð, at Sea Shep­herd, varð tikin upp á tung­una á aðalfundinum hjá Grind­a­manna­felagnum.
Ólavur Sjúrðarberg stað­festi, at sokallaðu um­hvørv­is­vernd­ar­fel­ags­skap­ir­nir hava ress­ast eitt sindur við aft­ur hetta seinasta árið.
– Fyri at varðveita lima­gjald­ið, og peningastreymin inn í felags­skap­ir­nar, noyðast jú at vísa, at teir gera okkurt, sig­ur hann.
– Umhvøvisfelagsskapir eru stór­ídn­að­ur við nógvum peng­um. At vera ímóti er at vera ein lívsstílur fyri at út­vega pening til hesar fel­ags­skap­ir.
Og nú tað aftur er greitt, at Sea Shepherd kemur aftur til Før­oya í summar, skulu vit taka væl ímóti teimum, ljóðar á­heit­an­in frá formanninum í Grinda­mann­­a­fel­agn­um­.
– Vit skulu práta við tey og greiða teimum frá, hvat vit gera. Og vit skulu greiða teim­um frá, at vit hava lóg­lig­an rætt at veiða á sama hátt sum at onnur hava rætt at veiða, vit á okkara hátt, tey á teirra hátt.
– Men vit halda, at teir áttu at havt okkurt størri mál at fing­ist við, nú ídnaðardálking er við at kvæla alt lív í heims­høvu­num, sigur Ólavur Sjúrð­ar­berg.
– So tá ið umhvørvisfólk, og út­lendskir miðlar, ávara okk­um ímóti at eta grind tí at hon er so illa dálkað, bera vit altjóða samfelagnum tann boð­skap, at tey skulu heldur halda uppat at dálka.
Tað eru einir 1200 limir í Grind­a­mannafelagnum. End­a­mál­ið er at arbeiða fyri, at vit skulu fáa frið at drepa grind í Føroyum og stuðla øðr­um í burðardyggari veiði av hvali og kópi.
Endamálið er eisini, at all­ir føroyingar skulu fáa lut í grindini – ikki hvørja ferð, men eftir greiðum skip­an­um.
Á aðalfundinum stóð Ólav­ur Sjúrð­ar­berg fyri vali, men hann varð einmælt aft­ur­vald­ur til formann.