Útlendingar
Teir útlendingar, sum longu eru í Føroyum, skulu hava so jaliga viðgerð sum gjørligt, táið teir søkja um at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvið longt.
Tað er samgongan samd um.
Fríggjadagin hevði lítla samgonga fund, har nógv umstrídda útlendingamálið var á skránni.
Lítla samgonga er Løgmaður, landsstýrismenninir í fíggjarmálum og vinnumálum, Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm, umframt formenninir fyri samgonguflokkunum á tingi, Jørgen Niclasen, Kristian Magnussen og Kaj Leo Johannesen.
Av tí at útlendingamálini vóru á skránni, var eisini Landsstýrismaðurin í innlendismálum við á fundinum.
Hava politiska semju
Løgmaður sigur, at tað er eitt ár síðani, at samgongan gjørdi eina politiska semju um, hvussu útlendingamálini skuldu handfarast.
Tann semjan segði, at nýggjar umsóknir skuldu viðgerðast eftir tilmæli frá innlendismálaráðnum og eftir støðuni á arbeiðsmarknaðinum, sigur løgmaður.
Hinvegin var ein serlig avtala gjørd fyri úitróttarfólk sum segði, at 51% av inntøkuni skuldi stava frá ítróttarliga virkseminum, men at 49% kundi stava frá øðrum arbeiðsgevara.
At enda varð semja gjørd um, at umsóknir um longt arbeiðs- og uppihaldsloyvi frá útlendingum, sum longu eru í landinum, skuldu viðgerast so jaliga sum gjørligt.
Løgmaður sigur, at samstundis varð semja um, at útendingapolitikkurin skuldi útgreinast og at eitt uppskot skuldi gerast um ein føroyskan útlendingapolitikk.
Á fundinum fríggjadagin var hendan politiska semjan endurtikin fyri nýggja landsstýrismanninum í útlendingamálum.
Órímiligt krav
Jóannes Eidesgaard sigur, at í sambandi við umsóknir um at longja arbeiðs- og uppihaldsloyvi, var treytin sjálvandi, at útlendingur hevur arbeiði.
Ì hesum sambandi hevur ivi verið um, hvussu lógin skuldi tulkast. Tá ið kravt verður, at útlendingurin skal hava arbeiði, er tað ein spurningur um, talan skal vera um sama arbeiðsgevara alla tíðina, ella um útlendingurin kann skifta arbeiðsgevara.
Løgmaður sigur, at samskifti við donsku stjórnina hevur víst, at har verður lógin tulkað so, at talan skal vera um sama arbeiðsgevara.
Tað haldi eg er sera óheppið og órímiligt krav, tí tað ger, at útlendingurin er bundin at sama arbeiðsgevara alla tíðina. Dømi er um útlending, sum arbeiddi á einum virki. Men virkið skifti eigara og so var ikki longur talan um sama arbeiðsgevara og tað voldi viðkomandi útlendingi stórar trupulleikar.
Ganga føroyskum ynski á møti
Løgmaður sigur sostatt, at sum støðan er nú, er politiska ynskið í sambandi við útlendingamálið, greitt.
Men er lógin orðað soleiðis, at hon forðar okkum í at útinna tann politiska viljan, má lógin broytast. Hóast útlendingalógin er donsk, er hon bara galdandi fyri Føroyar og er hon ikki í samvari við politiska viljan, má hon broytast.
Jóannes Eidesgaard sigur, at á fundinum fríggjadagin varð semja um, at landsstýrismaðurin skuldi taka málið upp fyri at vita um grundarlag er fyri at tulka lógina so at hon er í samsvari við politiska viljan.
Hetta er eitt arbeiðið, sum skal gerast beinanvegin. Samstundis skal gongd beinanvegin setast á arbeiðið at útgreina útlendingamálini.
Annars staðfestir løgmaður, at ongin ivi er um, at lógin skal haldast og tað mugu allir partar sjálvsagt góðtaka.
Hinvegin hevur fundur verið við donsku stjórnini um útlendingamálið og har var niðurstøðan púra greið og tað var, at í sambandi við Føroyar verða útlendingamálini umsitin, soleiðis sum føroyingar vilja hava, at tey verða umsitin. Men tað er sjálvsagt treytað av, at umsitingin er innanfyri lógarinnar karmar
Landsstýrismaðurin hevur nú fingið at vita, hvør tann politiski viljin er og so má hann kanna eftir um politiski viljin kann gjøgnumførast innanfyri lógarinnar karmar. Ber tað ikki til, má lógin broytast, so at hon samsvarar við politiska viljan, sigur løgmaður.