Í fjør var áhugin millum feløgini fyri Atlantic Cup á Kambsdali, sum GÍ skipar fyri, stórur, og tað er hann eisini í ár.
Sum skilst eru ætlanir frammi um ein enn størri vinning enn tær seks Gjugg í Borg-ferðirnar, sum nú eru at vinna. Í hesum sambandi eru røddir frammi um at gera eina landsdekkandi innandurakapping, sum fevnir um fleiri vikuskifti..
? Í Týsklandi hava teir t.d. eina landsdekkandi kapping, har liðini fáa so og so nógv stig burtur úr kappingunum, tey eru við í, og so verður spæld ein finalukapping millum tey bestu liðini, sigur Pauli Jarnskor, sum er ein av fyrireikarunum. Hann heldur, at hetta væl hevði kunnað latið seg gjørt í Føroyum.
Men hóast áhugi er fyri at gera eina landsdekkandi kapping, er eingin úti í feløgunum, sum hevur hug at taka arbeiðið á seg at skipa fyri tílíkum kappingum.
Ítróttarsosialurin hevur loddað dýpið millum føroysk fótbóltsfólk fyri at vita, hvussu stórur áhugi er fyri at gera eina tílíka kapping í Føroyum.