Skulu vit samstarva við land sum hóttir við kjarnorku?

- Lættasta svarið er nei – at vit ikki eiga at hava nakra samvinnu, men eg vil eisini siga, at eitt nei samstundis er eitt órealistiskt svar, sigur fiskimálaráðharrin, Árni Skaale.

 

- Sum tjóð taka vit frástøðu frá teimum ræðuleikum, sum eitt slíkt kríggj hevur við sær, sigur Árni Skaale.

Skulu Føroyar samstarva og hava samvinnu við eitt land, sum við vápnamegi leypir á frælst grannaland, ger av við ósek og rekur børn og familjur av húsum og í útlegd í øðrum londum? Skulu vit samstarva við eitt land, sum setir kjarnorkuna í "krigsberedskab", sum kann oyða allan heimin og eisini okkara børn? 

 

Hetta eru spurningar, sum mong seta sær í dag, nú vit síggja og hoyra um, hvussu skilið er í Ukraina, og fólk í stórum tali flýggja av landinum og søkja sær skjól í øðrum londum. Sosialurin, sum er komin í blaðsølurnar í dag, hevur sett landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Árna Skaale, hesar spurningar.

 

- Tað kann vera ein trupulleiki, tá vit gerast ov skrásikkur. Tá byrja mínar ávaringarlampur at blunka. Tað lættasta er ofta at lata kenslurnar stýra tíni avgerð, men tað merkir ikki neyðturviliga, at avgerðin er røtt.

 

Árni Skaale sigur, at sum partur av landsins leiðslu kanst tú ikki bara stýra við kenslum, og tað kann hann heldur ikki, men landsstýrismaðurin ásannar samstundis, at hetta er ein torførur spurningur, soleiðis sum støðan í Ukraina er vorðin, nú landið er álopið av Russlandi.

 

- Tað er ræðandi at síggja avleiðingarnar av krígnum. Men, vit eiga eisini at hugsa okkum væl um, tí tað er ikki ein dagur í okkara lívi – ja, ikki ein tími, har okkurt land ikki er í kríggi við annað land. Tað er ikki ein tími á degnum, har friður er á jørð, tí nógvir vápnaðir samanbrestir eru alla tíðina kring um heimin. 

 

Árni Skaale sigur, at hann bæði er ovfarin og órógvaður av krígnum, sum í hesum døgum er í Ukraina.

 

- Eg helt ikki, at hetta fór at ganga soleiðis, men væntaði í mínum stilla sinni, at kríggj var eitt liðugt kapittul í okkara parti av heiminum, sigur hann.

 

Landsstýrismaðurin heldur ikki, at Føroyar, soleiðis sum støðan er vorðin, eiga at lata seg í føraratroyggjuna, sum hann tekur til. Sjálvandi eiga vit at gera okkurt, og vit eiga at reagera, men vit eiga ikki at leypa framav. 

 

Onkur hevur sagt, vísir Árni Skaale á, at Russland í øllum førum hevur verið í 16 kríggjum, síðan Føroyar og Russland gjørdu sína fyrstu fiskiveiðiavtalu í 1977. Tað merkir tó ikki, at tað, sum hendir í Ukraina í dag, ikki er ræðandi og ein menniskjanslig vanlukka.

 

- Sum tjóð taka vit frástøðu frá teimum ræðuleikum, sum eitt slíkt kríggj hevur við sær. Eg bæði vóni og biði eftir, at ósemjan, sum er millum Russland og Ukraina hóast alt verður loyst á frægasta hátt, sigur landsstýrismaðurin í einari størri samrøðu, sum kann lesast í Sosialinum í dag.

 

 

 

- Sum tjóð taka vit frástøðu frá teimum ræðuleikum, sum eitt slíkt kríggj hevur við sær, sigur Árni Skaale.