Skurin togaður til lands

Farmaskipið Skurin sendi út neyðarkall nærhendis norsku strondini seint í gjárkvøldið. Tað var stutt fyri midnátt, at norska bjargingartænastan hoyrdi neyðarkallið hjá Skuranum, sum boðaði frá, at skipið var farið at leka. Sjógvur var í maskinrúminum, og manningin bar ótta fyri, at motorurin fór at steðga.

Norska frálandaskipið Normand Master var statt nærhendis, og um sjeytíðina í morgun eydnaðist tað at fáa endar umborð á Skuran.

Normand Master togaði Skuran inn til Kristiansund.