Skutu við plastikkúlum eftir fólki í Klaksvík

- Hetta er ikki vandamikið sum so, men tú kanst fáa ilt av kúlunum - alt eftir, hvar tær raka, sigur løgreglan.

 

Í gjár koyrdi ein bilur runt í Klaksvík og skeyt við plastikkúlum eftir fólki, sum gingu eftir vegnum.

 

- Vit hava havt líknandi hendingar í Havn, og hetta er nakað, sum vit ikki vilja fer at vinda upp á seg.

 

Tað visti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga í morgun.

 

- Í Klaksvík funnu vit út av, hvør átti bilin, har skotið varð úr, og viðkomandi fær eina bót, og byrsan er tikin.

 

Sum skilst á løgregluni, er talan um spælibyrsur, sum kunnu keypast í onkrum handli.

 

- Hetta er ikki vandamikið sum so, men tú kanst fáa ilt av kúlunum - alt eftir, hvar tær raka.

 

Løgreglan leggur aftrat, at raka slíkar kúlur í eyguni á fólki, er lítið av ivast í, at skaði kann standast av hesum.