Coca-cola kappingin
Enn ein fjórðingsfinala í steypakappingini hjá monnum er á skránni hóskvøldið.
Tá fara kollfirðingar og vestmennningar at gera av, hvør teirra skal umboða Norðstreym, tá dragast skal um hálvfinalurnar.
Talan er sum kunnugt um lokaluppgerð, og tí eigur einki at verða tikið fyri givið, tó at VÍF sjálvsagt er favorittur, um hugt verður at stigatalvuni.
Í seinasta dystinum millum liðini mátti VÍF tó stríðast fyri sigurin, og nú kollfirðingar hava fingi viðrák í landskappingini, kann á ongan hátt roknast við, at munurin millum liðini verður meira eyðsýndur hesaferð.
Dysturin er ásettur at byrja kl. 20.30, og verða tað Hannis og Uni Wardum úr Kyndli, sum skulu døma.