Slakar fýra milliónir krónur til Ítróttarhøllina á Skála

Nú oyggjaleikir verða í Føroyum í 2027, er ætlanin, at partar av leikunum skulu verða á Skála, og í tí sambandi skulu neyðugar umvælingar gerast í høllini

- Hesi seinnu árini eru stórar umvælingar gjørdar í Ítróttarhøllini á Skála, bæðin innan- og uttanveggja.

 

Soleiðis siga tey í Runavíkar kommunu.

 

- Tað hevur leingi verið greitt, at ventilatiónsskipanin, ljósskipanin og hitaskipanin høvdu tørv á umvælingum og nýgerð.

 

Nú oyggjaleikir verða í Føroyum í 2027, er ætlanin, at partar av leikunum verða á Skála, og í tí sambandinum valdi býráðið í Runavíkar kommunu at gera neyðugu umvælingarnar soleiðis, at Ítróttarhøllin stendur mát við settu krøvini.

 

Seinnapartin í gjár hittust borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen og umboð fyri El-Service og Zacharis Leitisstein á Skála fyri at skriva undir sáttmálarnar.

 

- Hesi bæði feløgini høvdu lægstu tilboðini. El-Service tekur sær av ljósskipanini, og Zacharis Leitisstein skal gera nýggja ventilatións–og hitaskipan.

 

Býráðið í Runavíkar kommunu samtykti eina eykajáttan við aðru viðgerð hóskvøldið á slakar 4 milliónir krónur, sum javnvigar við upphæddina, ið skal brúkast.

 

- Tað vóru John Eli Olsen og Artur Johansen, sum skrivaðu undir fyri ávikavíst El-Service og Leitisstein, verður lagt aftrat.