Noreg hevði longu tryggjað sær víðari luttøku eftir sigrar á Irak og Senegal, tá liðið tapti 1-4 fyri Fraklandi. Erling Haaland, Martin Ødegaard og Alexander Sørloth sótu allir á bonkinum allan dystin.
– Vit eru við í HM fyri at røkka langt. Fyri meg var hetta ein púra sjálvsøgd avgerð, sum bæði kropsligu venjararnir, heilsustarvsfólkini og fleiri av spælarunum vóru samd um, sigur Solbakken sambært norska tíðindastovuni NTB.
Hann ásannar tó, at mong viðhaldsfólk helst høvdu viljað sæð stjørnuspælararnar á vøllinum.
– Eg skilji væl, at áskoðararnir vildu síggja Erling, Martin og hinar. Men vit hava vunnið tveir dystir, sum gera, at tey fáa høvi at síggja okkum spæla fleiri dystir, sigur hann.
Solbakken vísir á, at Noreg hevði stytstu hvíldina millum tveir HM-dystir og tí hevði tørv á at hvíla lyklaspælarar undan útsláttarkappingini.
Í 16-finaluni týsdagin skal Noreg spæla móti Fílabeinsstrondini, sum hevði ein eyka hvíludag.
– Tað er eitt kropsliga sera sterkt lið, og eg meti, at tað verður ein 50-50-dystur. Við at geva nøkrum spælarum hvíld hava vit javnað tann fyrimunin, teir høvdu, sigur norski landsliðsvenjarin.










