Ísland aftur til høgru

Vinstravendu stjórnarflokkarnir Samfylkingin og Vinstrigrønu missa stjórnarvaldið leygardagin. Ísland snarar aftur til høgru, og annaðhvørt Sjálvstæðisflokkurin ella Framsóknarflokkurin fáa flestar atkvøður á valinum hesaferð. Framsóknarflokkurin verður stóri sigurharrin

Brestirnir frá túsundtals grýtum og sleivum eru tagnaðir. Hørðu mótmælini uttanfyri íslendska altingið á heysti 2008 hoyra søgubókunum til, tí nú bendir nógv á, at politiska landslagið í Íslandi er við at normalisera seg aftur. Eftir eitt valskeið við vinstravendari stjórn, snarar Ísland aftur politiskt til høgru.
Mongu veljarakanningarnar sein­astu mánaðirnar vísa, at íslend­ing­ar velja eina nýggja stjórn á altings­valinum leygardagin. Annað­hvørt Sjálvstæðisflokkurin ella Framsóknar­flokkurin fáa flestar atkvøður á valinum hesaferð. Júst hesir flokkar stjórnaðu Íslandi frá 1995 til 2007. Eru seinastu veljarakanningarnar eftirfarandi, fara hesir báðir flokkar at vinna á leið 50-55 prosent av atkvøðunum tilsamans.
Síðan fíggjarliga skrædlið í 2008, er búskaparliga støðan hjá Íslandi batnað. Fyrr var illa. Privata fíggjarstøðan hjá mongum íslendingum er framvegis hættislig, men fleiri glottar eru at hóma í makrobúskaparligu støðuni hjá Íslandi. Sammett við øll onnur Norðan­lond, hevur Ísland í løtuni hægsta búskaparliga vøksturin. Arbeiðsloysið er undir fimm prosent, og hetta er væl minni enn í øðrum evropeiskum lond­um. Ein fíggjarpolitikkur, har táttað verður í, ein stór skuldarsanering, um­framt eitt veikt íslendskt gjaldoyra eru millum orsøkirnar, at Ísland er farið at reisa seg aftur.
Búskaparligi heilivágurin, sum hevur verið nýttur seinastu árini, fellur í góða jørð hjá Altjóða Valuta­grunn­urin, IMF. Í orðaskiftinum um hættisligu búskaparstøðuna hjá fleiri suður­evropeiskum londum, hevur IMF í fleiri førum víst á búskaparpolitikkin hjá Íslandi sum eitt fyrimyndarligt dømi um, hvussu tú kemur úr einari bú­skapar­ligari kreppu.
Eitt er positiv búskaparlig lyklatøl – eitt annað er politiski veruleikin. Stjórnar­flokkarnir, Samfylkingin og Vinstrigrønu, standa til fáa eitt vánaligt val leygardagin. Farna valskeiðið er søguligt á tann hátt, at hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at ein vinstravend stjórn í Íslandi megnar at halda saman eitt heilt valskeið, men ónøgdin við Samfylkingina og Vinstrigrønu, ið hava stjórnað Íslandi síðani 2009, er so eyð­sýnd, at vinstrastjórnin hjá Jóhonnu Sigurðardóttir við vissu ikki heldur fram. Veljarakanningar sein­astu vikurnar geva flokkunum til­samans mill­um 17 og 24 prosent av at­kvøð­unum.

Stór vónbrot
Í kjalarvørrinum av búskaparliga ódnar­veðrinum, var tað ikki hissini upp­gáva, sum Samfylkingin og Vinstri­grønu fingu, tá ið flokkarnir fingu stjórnar­valdið í 2009. Tríggir teir størstu bankarnir vóru farnir av knór­anum, og Ísland var í fíggjarligum óføri. Búskapar­vøksturin minkaði við 10 pro­sentum, og arbeiðsloysið var oman fyri níggju prosent.
Støðan var so álvarsom, at Ísland mátti biðja IMF og norðurlendsku grannar sínar um hjálp. Úrslitið var ógvu­sligar sparingar og búskaparlig aftur­gongd. Vinstrastjórnin varð noydd til at hækka inntøkuskattin og meir­virðis­gjaldið, og hetta rakar nógvar íslendingar meint. Millum onnur tiltøk kunnu nevnast umfatandi skerjingar á fleiri grundleggjandi almennum tæn­astum, og at fyritøkur hava fingið møguleikan at avskriva sína skuld. Upp­takið frá búskaparkreppuni kostar stjórnini.
Í fleiri grundleggjandi málum hava Samfylkingin og Vinstrigrønu ikki funnið felags stev. Hetta hevur elvt til harðan orðadrátt innanhýsis í stjórnini – bæði millum flokkarnar báðar, og ikki minst innanhýsis í flokkunum. Gylt lyftir um størri gjøgnumskygni, eina broytta grundlóg og eina nýggja fiskivinnulóggávu eru heldur ikki hildin. Hjá nógvum veljarum hevur hetta havt við sær, at álitið og trúvirðið á stjórnina er fokið.
Eitt av vallyftunum hjá Sam­fylk­ingini í 2009 var at vinna íslendingum limaskap í ES. Vinstrigrønu hava sið­venju at vera hart ímóti ES-limaskapi, og tá ið flokkarnir skipaðu stjórn í 2009 við felags málinum at lima Ísland í Evropasamveldið, kendu nógvir veljarar hjá Vinstrigrønu seg veru­liga snýttar. Málið um íslendskan ES-lima­skap hevði við sær, at tríggir tinglimir og ein ráðharri hjá Vinstrigrønu tóku seg úr flokkinum. Sambært meininga­kanningum síðani á sumri 2009 hava tveir av trimum íslendingum verið ímóti íslendskum ES-limaskapi.
Kósin hjá stjórnini í nógv umrødda Icesave-málinum hevur gjørt sítt til, at undirtøkan er fánað burtur. Tá ið avtornaði vann Ísland nógv umrødda sakar­málið í EFTA- dómstólinum, men málið um internetbankan Icesave fór illa við stjórnarflokkunum.
Í drúgvu tilgongdini megnaðu Ísland, Bretland og Niðurlond at gera heilar tríggjar avtalur. Stjórnin kroysti tvær ferðir avtalurnar gjøgnum Altingið, men íslendski forsetin sýtti fyri at skriva undir avtalurnar. Tvær ferðir havnaðu íslendingar á fólka­atkvøðu uppskotið um at rinda bretum og niðurlendingum pening aftur. Høvdu íslendingar tikið undir við av­tal­unum við Niðurlond og Bretland, hevði tað fyrst og fremst verið tann hart sperdi íslendingurin, sum skuldi borið fíggjarligu byrðarnar frá báðum av­talunum.

Framsóknarflokkurin dygga undir­tøku
Tann heilt stóri sigursharrin um viku­skiftið verður Framsóknar­flokkurin. Flokkurin fær sambært nýggjastu veljara­kanningunum eitt rimmar val, og tekur seg nógv fram sammett við valið í 2009. Við formanninum, Sigmundi Dáviði Gunnlaugsson, hevur flokk­urin í fleiri veljarakanningum fingið um 30 prosent av øllum atkvøð­unum. Framsóknarflokkurin fekk 14,8 prosent av atkvøðunum á seinasta altings­vali.
Tað er fyrst og fremst Icesave-mál­ið, sum er grundarlagið undir stóru framgongdini hjá Framsóknar­flokk­inum. Undir øllum málinum var Fram­sóknarflokkurin einasti flokkur, sum stútt og støðugt segði nei til nakra avtalu við Bretland og Niðurlond um internet­bankan Icesave. At flokkurin stóð sum kletturin í júst hesum máli, hevur givið Framsóknarflokkinum blíðan byr.
Kanningar vísa, at umframt at fáa undirtøku frá veljarum, sum á valinum í 2009 stuðlaðu stjórnarflokkunum, fær Framsóknarflokkurin eisini veljarar frá sigursvanda Sjálvstæðisflokkinum. Álitið á Sjálvstæðisflokkin, sum síðani 1944 oftast hevur havt stjórnarvaldið, er framvegis ikki so stórt sum árini und­an kreppuni. Bjarni Benediktson, for­maður í Sjálvstæðisflokkinum, hevur fingið nógva keðiliga umrøðu í miðlu­num fyri sína fortíð í íslendskari vinnu­fyritøku, sum hansara familja átti. Ein onnur orsøk er, at flokkurin var eisini trilvandi í Icesave-málinum. Flokkurin var ímóti fyrstu avtaluni, men tók síðan undir við tveimum teimum seinastu avtalunum. Hetta er ein orsøk til, at veljarar hjá Sjálvstæðisflokkinum flýggja til Framsóknarflokkin.

Aftur til høgru
Sjálvstæðisflokkurin, ið er bróðurflokkur hjá føroyska Fólkaflokkinum, hevur havt størstu ávirkanina á íslendskan politikk síðani loysingina í 1944. Øll valini fram til 2009 fekk flokkurin flest­ar atkvøður. Á mótmælisvalinum í 2009 fekk Samfylkingin fyri fyrstu fleiri atkvøður enn sigursvandi Sjálvstæðis­flokkurin.
Frá oktober 2008 til januar 2009 fóru túsundtals íslendingar á gøtuna við grýtum og sleivum og kravdu, at stjórnin hjá Geir Haarde og Sam­fylking­ini legði frá sær, tí hon ikki hevði gjørt nóg mikið at fyribyrgja fíggjar­liga skrædlið í Íslandi.
Stóra ónøgdin við Sjálvstæðisflokkin gav at bíta á altingsvalinum í 2009, tá ið flokkurin fekk sítt vánaligasta val nakrantíð. Sjálvstæðisflokkurin fekk 23,7 prosent av atkvøðunum, og misti níggju umboð. Niðurstøðan hjá nógvum íslendingum í 2009 var, at Sjálv­stæðis­flokkurin saman við Fram­sóknarflokkinum hevði høvuðs­ábyrgdina av búskaparkreppuni. Tað vóru júst hesir flokkar, sum settu fíggjar­ævintýrið í gongd fyrst í hesi øld­ini, tá íslendsku bankarnir vórðu privatiseraðir.
Sama um búskaparstøðan er batnað á fleiri økjum, høvdu fleiri væntað, at hon var enn betri. Fíggjarstøðan hjá hvørjum einstøkum íslendingi fyllir nógv í valstríðnum, og eftir at inn­tøku­skattur, meirvirðisgjald og aðrir skattir við er hækkaðir undir sitandi stjórn, verða eyguni vend móti øðrum flokkum. Skuldin er stór bæði hjá privat­fólki og tí almenna. Vanligi íslend­ingurin hevur minni pening um hendi, bæði tí hann rindar meira skatt, og at tað er væl dýrari at innflyta vørur í dag enn fyri nøkrum árum síðan.
Í 2009 var talan var um eina politiska og samfelagsliga uppgerð við kapitalismuna og serliga Sjálv­stæðis­flokkin. Ábyrgdin fyri krepp­una tykist vera meira spjødd í 2013, enn hon var í 2009. Tað er ikki longur bara Sjálvstæðisflokkurin ella Fram­sóknarflokkurin, ið verða hartaðir. Fyrisitingin, ábyrgdarleysu vinnu­lívs­menninir, politiska skipanin og íslendski forsetin eiga eisini sín part. Eis­ini hevur íslendingurin varnast, at talan var ikki um eina einstaka íslendska fíggjar­kreppu, men um eina altjóða fíggjar­kreppu, um eisini gjørdi sítt til, at íslendska samfelagið fór um koll.
Síðan 2009 hava Framsóknarflokkurin og Sjálvstæðisflokkurin harumframt megnað at skipað eina holla andstøðu í fleiri málum. Tað ger heldur ikki støðuna verri, at flestu oddafólkini, sum myndaðu flokkarnar undan krepp­uni, eru burtur, og nýggir politik­arar eru komnir framat í bæði Sjálv­stæðis­flokkinum og Framsóknarflokkinum. Fyri nøkrum mánaðum síðan skiftu báðir stjórnarflokkarnir eisini formann, og tískil er í ein ávísan mun talan um nýggj oddafólk í flestu flokkunum í Íslandi.

ES limaskapur kámast
Í Føroyum hevur gjølla verið fylgt við íslendskum samráðingunum um ES-limaskap seinastu árini. Samráðingar hava verið síðani 2009, og eftir ætlan skuldi fólkaatkvøðan um ES-limaskap verið. Ísland og ES eru framvegis ikki komin á mál við samráðingunum, og fyri nøkrum mánaðum síðani vórðu samráðingarnar fyribils steðgaðar, tí íslendingar skulu velja nýtt Alting.
Valúrslitið leygardagin kann fáa stóra ávirkan á gongdina í málinum. Tað er einki dulsmál, at Samfylkingin er tann flokkurin, sum streingir harð­ast á fyri at tryggja Íslandi lima­skap í ES. Á valinum leygardagin tykjast Fram­sóknar­flokkurin og Sjálvstæðis­flokkurin at fáa dyggastu undirtøkuna, og báðir flokkar vilja enda samráðingarnar við ES. Landsfundirnir hjá báðum flokk­unum samtyktu í februar í ár, at sam­ráð­ingarnar við ES skulu ikki takast uppaftur, fyrr enn íslendska fólkið verður spurt á einari fólkaatkvøðu, um sam­ráðingarnar skulu halda á.
Gerst ein fólkaatkvøða veru­leiki næstu mánaðirnar, fara bæði Fram­sóknar­flokkurin og Sjálvstæðis­flokk­urin at vera ímóti ES-limaskap.

Fleiri stjórnarmøguleikar
Fleiri nýggir flokkar gera, at politiska landslagið í Íslandi er í broyting. Pirat­flokkurin, Bjørt Framtíð, Døgun, Humanistaflokkurin og Solidaritets­flokkurin teljast millum nýggju flokk­arnar, sum stilla upp fyri fyrstu ferð á valinum leygardagin. Serliga flokkarnir Bjørt Framtíð og Piratflokkurin hava staðið seg væl í fleiri veljarakanningum. Jón Gnarr, stórskemtari og borgarstjóri í Reykjavík, og tveir fyrrverandi limir í Samfylkingini teljast millum stovnarnar, og hugsjónarliga er flokkurin ein mið-vinstra flokkur.
Fleiri stjórnarmøguleikar eru eftir valið í Íslandi leygardagin. Undirtøkan fyri sitandi stjórn er so lítil, at tað er neyvan hugsandi, at hon heldur fram. Annaðhvørt Framsóknarflokkurin ella Sjálvstæðisflokkurin gerast størsti flokkar, og hetta setur flokkarnar í eina lyklastøðu.
Ein greiður møguleiki er, at Sjálv­stæðisflokkurin og Framsóknar­flokk­urin skipa samgongu. Flokkarnir hava samstarvað ofta, seinast frá 1995 til 2007. Vanliga hevur tað verið Sjálv­stæðis­flokkurin, sum hevur verið størsti flokkur, meðan Framsóknar­flokkurin hevur verið stuðulsflokkur. Hetta styrkisbýtið verður øðrvísi hesaferð, tí Framsóknarflokkurin fer at fáa eitt rimmar val. Tað tykist greitt, at eitt sam­starv millum Sjálvstæðisflokkin og Fram­sóknarflokkin er einasti møguleiki fyri einari tveirflokka stjórn í Íslandi. Søguliga hava stjórnir við tveimum flokkum verið mest støðugar í Íslandi.
Ein annar møguleiki er, at Fram­sóknarflokkurin leitar vinstru megin miðjuna. Eitt samstarv við Sam­fylking­ina, Vinstrigrønu ella nýggju flokk­ar­nar Bjørt Framtíð og Pirat­flokkin er á pappírinum eisini ein møgu­leiki. Fram­sóknarflokkurin er ein mið­flokkur, sum áður bæði hevur sam­starvað til høgru og til vinstru, so hesin møguleiki skal ikki útihýsast.