Ísland stórt álit á altjóða fíggjarmarknaðum

-Tað liggur eitt stórt og hart arbeiði aftanfyri stóra vøkstrinum í Íslandi. Útlendingar hava gjørt sera stórar íløgur í Íslandi, og síðani bankar og grunnar vórðu privatiseraðir hevur altjóða kapitalmarknaðurin móttikið okkum við opnum ørmum. Hann hevur stórt álit á okkara bankaskipan sigur stjórin í næststørsta bankanum í Íslandi, Landsbanki, Halldór J. Kristjánsson. Hann heldur negativu umrøðuna av íslendskum bankum vera órættvísa.

Tað var ikki ein og hvør, sum Føroya Banki fekk vitjan av leygardagin. Stjórin í íslendska bankanum Landsbanki kom við leiguflogfari til Føroya saman við 20 starvsfeløgum frá bankanum at vera við til upplating av málningaframsýning. Halldór J. Kristjánsson telist millum fremstu vinnulívsfólkini í Íslandi. Hann er sera fegin um gongdina í Íslandi seinastu árini og heldur avgjørt, at henda gongd eisini kann koma Føroyum væl við.

Hann er sera fegin um, at tað eydnaðist at fáa eina framsýning í lag við føroyskum listarfólkum í Landsbankahølunum í Reykjavík og so eina við íslendskum listarfólkum í Føroya Banka í Havn. –Vit fingu hetta hugskotið herfyri, at nú bankarnir eiga so nógv góð listarverk, og báðir bankarnir fylla ávikavist 120 og 100 ár var tað eitt gott hugskot at vísa føroyingum og íslendingum og okkara kundum hesi listaverkini. Tað er gott, tá hugskot kunnu gerast til veruleika og hugskot, sum kunnu gagna so mongum sigur Halldór J. Kristjánsson.

Hann sær fram til størri samstarv millum Landbanki og Føroya Banka og millum Landsbanki og føroyskt vinnulív. -Vit hava stóran áhuga í føroyska marknaðinum og hava lænt pengar til føroyskar fyritøkur. Tað hevur verið ein góð forrætning fyri okkum. Vit kundu eisini gott hugsað okkum at fáa enn meira samstarv við Føroya Banka.

Landsbanki í 14 londum
-Men er føroyski marknaðurin ikki ov lítil fyri Landbanki?

-Jù tað kann man siga. Vit leggja størsta dentin á at menna okkum á bretska marknaðinum, har vit eisini hava størsta partin av okkara útlendsku forrætningum. Vit arbeiða nú í 14 londum og hava m.a. skrivstovur í Bretlandi, Írlandi, Fraklandi, Hálandi, Týskalandi, Italia, Sweits og USA. Vit hava ikki enn gjørt so nógv burtur úr Norðurlondum men er tað serstakliga Bretland og Írland og so Norðureuropa vit hava satsað uppá.

-Hvussu ber tað til, at íslendskir bankar og fíggingarstovnar knappliga gera so nógv um seg og fáa so góð úrslit?

-Tað er tí, at vit hava eina góða altjóða kredittmeting frá viðurkendum stovnum, ið meta um slíkt. Tað gevur íslendsku bankunum góða atgongd til altjóða fíggingarmarknaðin. Vit kunnu læna pengar á altjóða marknaðinum, og Landsbanki hevur verið stórur lántakari í Evropa, men seinastu tíðina hava vit eisini lænt nógvan pening í USA, soleiðis at 25% av tí kapitali, sum vit hava lænt á altjóða kapitalmarknaðunum, sum ger tað møguligt hjá okkum at veita so nógv lán í øllum Europa, nú koma úr USA. Sostatt er tann norðuramerikanki marknaðurin tann mest týðandi fyri Landsbanki, tá talan er um at taka lán. Men á útlánssíðuni og tænastuveitingum, sum er okkara speciali, arbeiða við mest í Onglandi, Írlandi og Norðurevropa.

Stórar útlendskar íløgur
-Oftani verður tikið til, at nú Ísland er eitt so lítið samfelag, so er tað sera óheppið um man koyrir ov nógv egg í eina kurv. At tað skal so lítið til fyri at kobba búskapinum. Er tað so?

-Tá tosað verður um Ísland í dag , so er tað sera týdningarmikið at vísa á, at vit tey seinastu nógvu árini hava havt ein sera stóran vøkstur. Og ein orsøkin til tað eru stórar útlendskar íleggingar í Íslandi. Tað mugu vit ikki gloyma, tá hugsað verður um stóra vøksturin: at vit hava havt beinleiðis útlendskar íløgur í Íslandi, sum muna sera nógv. Sum eru vaksnar frá 5% av bruttotjóðarúttøkuni til 35%. Teir størstu útlendsku íleggjararnir í Íslandi í dag eru amerikanskar fyritøkur, Alkoa, sum er tann størsti aluminiumsframleiðarin í heiminum, Century Aluminum og kanadiska Alcan. Vit tosa her um troytan av vatn- og geotermiskari orku. Hesar íløgurnar eru sera sera stórar og hava havt stóra ávirkan á vøksturin, sum vit hava í dag. Men útlendskar íløgur verða eisini gjørdar í tøkniliga útviklingin. Har er talan um bæði evropeiskar og amerikanskar íløgur. Tað er eisini tað, sum ger, at vit líkjast meira Írlandi enn mong onnur evropeisk lond.

Halldór J. Kristinjánsson sigur víðari, at íslendingar hava bygt upp sterkar fyritøkur í Íslandi og í Evropa, sum nú eisini gera íløgur í Norðuramerika. Tað er so ein meira internationalur útviklingur.