Íslendingar atkvøða um Icesave í dag

Klokkan níggju í morgun lótu valhølini í Íslandi upp, og nú fáa íslendingar høvi at siga sína hugsan um ta umstríddu Icesave-lógina, sum Altingið samtykti tann 30. desember, men sum Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, sýtti fyri at staðfesta.

Knappliga 230.000 fólk hava atkvøðurætt, og valhølini eru opin til klokkan 22 í kvøld, og tá verða tær fyrstu forsagnirnar kunngjørdar.

Tær seinastu vikurnar hava íslendingar roynt at fáa eina betri avtalu við Bretland og Niðurlond um Icesave-skuldina, men hiagrtil uttan úrslit.

Jóhanna Sigurðardóttur, forsætisráðharri, hevur tó sagt, at íslendingar hava fingið tilboð um ávísar batar, men at íslendingar mugu byrja av nýggjum, um fólkaatkvøðan í dag vrakar Icesave-samtyktina hjá Altinginum.