Vinna
Steinbjørn í Dali, sum er ráðgevi hjá Samvit, ið er Ferðaráð Føroya og Menningarstovan í samanløgdum stovni, var herfyri í Kina, har stóra flutningsfelagið í Íslandi, Eimskip, læt upp velduga stóra frystigoymslu.
- Vit arbeiða nokso nógv saman við íslendska útflutningsráðnum, og tað vóru teir, sum bjóðaðu okkum við á hesa sera áhugaverdu ferð.
Størsta í Asiu
Steinbjørn sigur, at íslendingar gjørdu nógv burtur úr, at frystigoymslan, ið sigst vera hin størsta av sínum slagi í Asiu, alment varð tikin í nýtslu í kinverska havnabýnum, Qingdao, sum er høvuðsfiskabýurin um hesar leiðir við umleið 8 miljónum íbúgvum.
- Goymslan, sum Eimskip hevur latið byggja, rúmar heili 55.000 tonsum av frystum vørum, og tað er ikki hissini ansur, sum henda íløga hevur vakt í einum so stórum landi sum Kina.
Steinbjørn sigur, at Kina hevur latið einar 6-8 býir í landinum upp fyri fríum marknaðarkreftum, og tað var eingin munur á at vera í Qingdao og at vera í einum suðurevropeiskum býi.
- Vitjanin í hesum býi var sera áhugaverd, og tú sást ikki ta mynd av Kina, sum vit vanliga gera okkum av hesum landi. Í Kina eru tey farin at lata landið upp fyri fríu marknaðarkreftunum, men hetta verður gjørt í stigum, sigur hann.
Stórt ferðalag
Rágevin á Samvit sigur, at soleiðis, sum hann upplivdi vitjanina í Qingdao, seta kinverjar ógvuliga stóran prís upp á tað, sum íslendingar gera í Kina, og tað er ikki smávegis ”good-will”, ið eg dugi at síggja, at íslendingar kunnu vænta sær afturfyri í einum komandi samhandli millum bæði londini.
- Í fyrsta lagi gjørdu íslendingar sjálvir nógv burtur úr upplatingini – við stórum ferðalagi í Kina, og í øðrum lagi var hópur av kinverjum við til tiltakið og skipaðu fyri ymiskum undirhaldi.
Steinbjørn sigur, at eini 350 fólk vóru við í íslendska ferðalagnum í Kina, og flogið varð úr Íslandi í stórum jumbojet-flogfari.
- Tað var bert eitt fátal, sum ikki vóru íslendingar.
Hann sigur, at við í ferðalagnum vóru eini 250 starvsfólk við makum hjá Eimskipum, og síðan vóru eini 100 onnur, tey flestu viðskiftafólk og ymiskir samstarvspartar hjá Eimskipum.
- Sum eg skilti, høvdu fólk eisini fingið møguleikan at keypa sær bíligar ferðaseðlar á hesi ferðini, sigur Steinbjørn í Dali.
Stórfingin móttøka
Tað var eingin minni enn forseti Íslands, Ólavur Ragnar Grimsson, sum klipti snórin til stóru goymsluna í Qingdao.
Men gjørdu íslendingar nógv burtur úr við eitt nú at hava forseta sín við, var hátíðarhaldið, sum kinverjar stóðu fyri, ikki minni stórfingið, sum myndir á hesi síðuni vísa.
Skipað var fyri eini rættiligari ”sermoni”, har fólk vóru ílatin kinverskar búnar, sum settu sín serstaka dám á løtuna.
Steinbjørn sigur, at so nógv gjørdu kinverjar burtur úr, at fleiri umboð úr landspartastjórnini í Kina vóru við til tiltakið, eins og borgarstjórin í Qingdao eisini var við.
- Kina er eitt so velduga stórt og fólkaríkt land, og tí var tað sera áhugavert at síggja, hvussu nógv teir gjørdu burtur úr hesum, sum eitt so lítið land í heimshøpi sum Ísland kann skapa.
Ráðgevin hjá Samvit sigur, at hansara fatan er, at kinverjar seta ógvuliga stóran prís upp á tað virksemi, sum íslendingar skapa í Kina.
- Tú skilti á talunum, sum hildnar vórðu undir hátíðarhaldinum, at kinverjar síggja hetta sum eitt ógvuliga stórt vinnuligt framstig í hesum øki í landinum, sigur Steinbjørn.
Fríhandilsavtala
Frystigoymslan, sum Eimskip hevur bygt í kinverska fiskivinnubýnum, kostar stívliga 100 miljónir krónur, og sum skilst, eru møguleikar fyri útbygging, soleiðis at goymslukapasiteturin kann tvífaldast.
Steinbjørn heldur tað vera undrunarvert, at ein slík íløga, sum heldur ikki í okkara mátistokki er serliga stór, kann vekja ein slíkan ans í einum so stórum landi sum Kina.
- Kinverjar og íslendingar eru eisini í ferð við at samráða seg fram til eina fríhandilsavtalu millum londini. Eg havi skilt, at Ísland soleiðis kann gerast fyrsta vesturevropeiska landið, sum Kina ger fríhandilsavtalu við.
Hugsandi er, heldur ráðgevin hjá Samvit, at Kina soleiðis velir sær eitt lítið land at gera fríhandilsavtalu við.
- Ísland er eitt lítið land í kinverskum eygum, og tí halda kinverjar ivaleyst, at ein slík fríhandilsavtala betur kann yvirskoðast.
Steinbjørn heldur, at kinverjar helst vilja ”avprøva” eina slíka avtalu við eitt minni land sum Ísland, áðrenn teir gera fleiri avtalur við londini í Evropu.
- Soleiðis kann avtalan millum Kina og Ísland gerast ein fyrimynd fyri onnur lond um hesar leiðir, leggur hann aftrat.
Duga væl
Íslendingar hava seinnu árini tikið nógv stór stig, sum hava vakt ans og hava elvt til umrøðu, bæði góða og minni góða. Tað eru tey, sum halda, at íslendingar eru óførir, bæði heima og úti í heimi, og so eru tað tey, sum halda, at teir ”satsa” ov nógv, og at vandi er fyri búskapinum, um stóru íløgurnar vísa seg ikki at vera lønandi.
- Eg haldi, at tað sær rættiliga spennandi út hjá íslendingum, og eg haldi eisini, at tað sær skilagott út, sum teir gera. Átakið í Kina vísir, at íslendingar duga ótrúliga væl at marknaðarføra seg, og tað verður spennandi at síggja, hvat kann spyrjast burtur úr hesum.
Hann vísir á, at íslendingar eru ikki bangnir fyri at stíga fram, og teir eru ikki bangnir fyri at siga og gera tað, teir hugsa og halda er rætt.
Hinvegin tykir mær, at føroyingar eru meira beskeðnir, sigur hann.
Ving í ”seglini”
Ráðgevin hjá Samvit ivast onga løtu í, at íløgan hjá Eimskipum í Qingdao kemur at geva íslendingum vind í ”seglini” í Kina.
Við á ferðini í Kina var eisini eitt umboð fyri fyritøkuna SNG í Føroyum, sum hevur framleiðslu øðrum býi í Kina. Umboðið var Jógvan Nielsen.
- SNG er eisini viðskiftafelag hjá Eimskipum í sambandi við flutning, og tí vóru teir bodnir við, sigur Steinbjørn í Dali, ráðgevi.