Íslendingar hava nakað serlig í sær

Í krepputíðum eru tað kanska serliga miðlafólk, sum hava fingurin á pulsinum, og Camilla Aradóttir, blaðkvinna á Morgunblaðnum, er onga løtu í iva um, at Ísland fer at ríða stormin av

Reykjavík: Camilla Aradóttir er blaðkvinna á størsta gjaldsblaðnum í Íslandi, Morgunblaðnum, og hevur fylgt kreppuni, síðani hon tók seg upp fyrst í síðstu viku.

- Vit eru rakt ómetaliga meint av hesi kreppuni. Men eg haldi ikki, at vanligi borgarin, sum situr heima og hyggur í sjónvarpið ella lesur bløðini fáa tað fatan, at talan bert er um svartskygd tíðindi, men tey hava tað sjálvandi ikki gott í løtuni, sigur Camilla Aradóttir.

Hon heldur, at tað eru nógv, sum síggja svart upp á tað heila, og fleiri halda, at nú er ikki stundin at vera glað sum støðan er. Men so eru tað aftur onnur, ið taka meiri lætt upp á tað og siga: Hvat kann eg gera? Tey halda bara fram.

Camilla gevur okkum rætt í, at tað er ein ávís vreiði at hóma, bæði millum vanliga borgaran og millum politikarar.

- Jú, tað er avgjørt rætt. Tað kemur jú ann upp á, hvussu tú sær upp á støðuna. Um tú hyggur við politiskum eygum, ella talan kanska er um eina vanliga familju, sum hevur mist alla uppsparingina. Ella um forsyrgjarin kanska hevur mist arbeiðið, og vit hava ikki sæð endan av tí enn, sigur Camilla Aradóttir.

So hon metir, at vreiðin fer at spreiða seg, hóast tað er nærum ógjørligt at finna syndabukkar nú, og sjálvt um tað er uppgávan hjá miðlunum at varpa ljós á teir persónar, sum standa við ábyrgdini av tí, sum hent er, er støðan í løtuni so ógreið, at mann als ikki er komin hartil.

- Nei, tað eru vit slett ikki komin til enn. Tað var ikki fyrr enn í gjár, at okkara løgmálaráðharri boðaði frá, at nú fór stjórnin undir at kanna málið út í æsir, og um tað vísir seg, at nakar hevur brotið lógina, verða tey revsað, sigur Camilla Aradóttir.


Neyvan politiskar fylgjur

Men hon væntar ikki, at ein kanning fer at avdúka nakað ólógligt, tí sum hon sigur, at tey sum hava gjørt hetta hava gjørt tað, tí tey kundu, og ikki fyri at bróta nakra lóg.

- Men vit her í húsinum (á Morgunblaðnum, red.) eru bumbarderað seinastu tíggju dagarnar við tíðindum, og tað, sum tú hevur skrivað um kvøldið, er gamalt nýtt morgunin eftir, tá blaðið kemur á gøtuna. So vit eru ikki enn komin hartil, at vit kunnu seta okkum niður og fáa rættiligt yvirlit yvir, hvat tað var sum hendi, sigur Camilla Aradóttir.

Tá vit tosaðu við Kjartan Ólafson í blaðnum í gjár, roknaði hann ikki við, at hendan djúpa fíggjarkreppan fór at raka Sjálvstæðisflokkin – sum hevur sitið við valdinum síðani 1991 – politiskt, og tað er Camilla Aradóttir samd í.

- Eg veit ikki, um tað fer at fáa politiskar fylgjur. Vreiðin hjá fólki er meiri vend móti fíggjarliga sektorinum, bankafólkunum. Mong halda, at tjóðbankin ikki hevur røkt sína uppgávu til lítar, og hann er stýrdur av fyrrverandi formanninum í Sjálvstæðisflokkinum, og tey, sum elska at hata David Oddson, gera tað eisini við honum í stjórasettinum í tjóðbankanum nú, sigur Camilla Aradóttir.

Bankarnir vórðu privatiseraðir í 2003, og tá var tað Framsóknarflokkurin, sum sat í samgongu saman við Sjálvstæðisflokkinum.

- Nú er Framsóknarflokkurin ikki longur partur av stjórnini, og nú kemur hann og gevur sitandi samgongu skyldina. So eg haldi, at tað kemur alt ann upp á, hvar mann stendur politiskt, sigur Camilla Aradóttir.


Einki boð uppá loysn

Eitt, sum tykist at hava verið ein stórur trupulleiki er, at bankarnir hava vaksið seg alt ov stórar í mun til íslendska búskapin, og tað heldur blaðkvinnan á Morgunblaðnum eisini.

- Ja, tað er ein trupulleiki. Sagt verður, at bankarnir eru vaksnir til tíggju ferðir BTÚ hjá Íslandi, og tað er eisini tað sum ger, at vit verða so hart rakt nú. Kreppan herjar um allan heim, men ein sannroynd er, at tað rakar serliga hart hjá okkum, sigur Camilla Aradóttir.

Men hvussu kreppan skal loysast, er ein spurningur, sum blaðkvinnan ikki dugir at svara.

- Tað er júst tann brennandi spurningurin, ein spurningur, vit øll seta okkum sjálvum í dag. Nú eru bankar og aðrir stovnar knappliga endaðir undir stjórnuni aftur, og mann skal langt aftur í tíðina fyri at finna hesa støðu aftur. Samstundis eru tað fleiri ting frá teirri tíðini, sum vit ikki vilja síggja aftur. Men í løtuni er alt bara gitingar, og sjálv havi eg einki svar, sigur Camilla Aradóttir.

Hon sigur, at møguleikarnir sjálvandi eru nógvir, og at tað eru ymsar ábendingar um hetta og hatta, men at tað verður neyðugt við pengum uttan ífrá er eingin ivi um.

- Vit skulu bara taka ímóti pengum frá øllum teimum, sum vilja lána okkum pengar, tí tað eru óhugnaligar upphæddir, sum verða nevndar, til afturrindan av innlánum hjá útlendskum kundum, sigur Camilla Aradóttir.

Hon vónar tó, at bankarnir kunnu selja so mikið av teirra aktivum uttanlands, at íslendingar sjálvir sleppa sum frægast burtur úr støðuni.


Vit reisa okkum aftur

Forsætismálaráðharrin, Geir Haarde, hevur hildið dagligar tíðindafundir alla síðstu viku eftir at tað koma fram, at Landsbankinn fór á heysin – 6. oktober av øllum døgum.

- Men har er einki nýtt at frætta. Eg haldi meiri tað er hansara máti at vísa, at hann er har, og at hann stillar upp til spurningar. Men nógv nýtt er ikki at hoyra. Vit hava faktisk tosað um, at hann er betri á enskum enn á íslendskum, og so er spurningurin bara, um útlendsku miðlafólkini duga betur at seta spurningar enn vit, sigur Camilla Aradóttir.

Ísland hevur nógv tey seinastu árini havt stóran áhuga kring um í heiminum. Og tað hevur tað enn, men nú kanska meiri við mótsattum fyritekni.

- Ja, tað er eitt sindur undarligt. Tað plagdi at vera ein kensla av misunnilsi, men nú er tað meiri soleiðis: har fingu tit tað. Tað er sjálvandi ikki hugaligt at fólk síggja okkum i einum negativum ljósi nú, meðan allir íslendingar síðsta ár skuldu vera høvuðríkir. Tað ávirkar ikki meg persónliga, men jú, tað er undarligt at lesa, sigur Camilla Aradóttir.

Hon er tó bjartskygd, tá tað kemur til framtíðina.

- Eg vænti ikki, at tað fara at ganga nógv ár, til íslendingar reisa seg aftur. Eg havi eisini búð uttanlands, og íslendingar hava nakað serligt í sær. Verða vit blást um koll, so reisa vit okkum bara aftur og stríðast víðari, og soleiðis rokni eg við, at tað fer at ganga hesaferð eisini. Nú veit eg ikki, hvussu nógvar mánaðir ella ár vit tosa um, men vit fara at reisa okkum aftur, tað er vist, sigur Camilla Aradóttir.