Íslendska stjórnin samtykti á fundi í morgun, at fólkaatkvøðan um Icesave-lógina verður tann 6. mars. Stjórnin noyðist at leggja lógina fyri fólkið at taka støðu til, tí Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, vildi ikki staðfesta lógina, sum Altingið samtykti tann 30. desember. Forsetin fekk undirskriftir frá fleiri enn 60.000 íslendingum, sum kravdu fólkaatkvøðu.
Íslendingar uttanlands, sum hava valrætt, kunnu atkvøða við brævatkvøðu frá 28. januar, sigur løgmálaráðið í Reykjavík.