Íslendingar, sum kappast í bólki B hava fingið eina slaka byrjan uppá HM-endaspælið í manshondbólti.
Fyrradagin taptu íslendingar 21-27 ímóti einum sterkum sponskum liði, og í dag taptu íslendingar tepurt 25-26 ímóti Slovenia. Slovenar vóru á odda 11-8 í steðginum. Íslendingar komu ongantíð á odda. Eitt skiftið komu íslendingar uppá 16-16, men slovenar hildu ein lítlan mun tað, sum eftir var av dystinum.
Bjarki Már Elisson gjørdist toppskjútti hjá Íslandi við sjey málum, Rúnar Kárason skeyt seks mál. Marko Bezjak var toppskjútti hjá Slovenia við seks málum.
Íslendingar hava tó góðan møguleika fyri sigri í morgin klokkan 13.45, tá teir spæla ímóti Tunesia. Mikudagin spæla íslendingar ímóti Angola, og komandi fríggjadag ímóti Makedonia, so enn ber til hjá Íslandi at vinna seg víðari til áttandapartsfinalurnar.
Ì sama bólki vann Spania fyri løtu síðani 26-21 (12-10) á Tunesia. Spania og Slovenia hava fýra stig hvør. Makedonia hevur tvey stig, meðan Ìsland, Tunesia og Angola einki stig hava. Klokkan 19.45 spæla Makedonia og Angola, har Makedonia er risafavorittur.
Í bólki A hendi ein minni skelkur fyrr í dag, tá Brasil heldur óvæntað vann 28-24 á Póllandi. Brasil var á odda 16-11 í steðginum. José Toledo gjørdist toppskjútti hjá Brasil við átta málum. Pawel Paczkowski gjørdist toppskjútti hjá Póllandi við seks málum.
Fyri løtu síðani var dysturin millum Noreg og Russland liðugur. Noreg vann ein góðan 28-24 sigur, og vóru á odda 15-11 í steðginum. Noreg megnaði at halda leiðsluna allan seinna hálvleik. Í fyrra hálvleiki var Noreg á odda bæði 13-6 og 15-8.
Kristian Bjørnsen gjørdist norskur toppskjútti við sjey málum. Igor Soroka gjørdist toppskjútti hjá Russlandi við átta málum.
Oddalið í bólki A eru Frakland og Noreg, sum hava fýra stig hvør. Russland og Brasil hava tvey stig. Pólland og Japan hava einki stig.