Íslendingur vil keypa West Ham

The Times skrivar í dag, at ein íslendingur hevur givið fótbóltsfelagnum West Ham eitt tilboð um at yvirtaka felagið. Íslendingurin, sum talan er um, skal verða Eggert Magnusson, sum er formaður í íslendska fótbóltssambandinum. Magnusson ætlar sær at leggja 400 milliónir krónur av sínum egnu pengum í eitt tilboð, sum samanlagt ljóðar á 800 milliónir krónur.
- Hetta er ongan veg komið enn. Vit hava víst okkara áhuga, men tað er nógv eftir enn, sigur Eggert Magnusson við The Times.