Elis Poulsen, útvarpsmaður, hevur verið tíðindamaður hjá íslendsku útvarpsstøðini Bylgjan í mong ár. Samstarvið riggar væl og Bylgjan sendir Sunnudagin beinleiðis úr Føroyum til Íslands í 2 tímar. Mánamorgunin verður somuleiðis sent. Tá er sendingin "Góðan morgun Ísland" á skránni, eisini úr Føroyum.
Samstarvið hevur riggað væl, sigur Elis. Bylgjan hevur sent úr Føroyum áður og Elis og Útvarp Føroya hava eisini fingið hollan stuðul, tá teir hava verið í Íslandi.
Eisini føroyskt á skránni
Tøkniliga liggur væl fyri at senda úr Føroyum, tí sonevnda ISDN skipanin verður nýtt.
Í sendingini sunnudagin verður ymiskt á skránni. Elis Poulsen hevur fingið ymisk úr Føroyum at luttaka. Sjálvur verður Elis ikki til staðar, tí han verður burturstaddur, men Taxi, Vikig Band luttaka, eins og Heri Joensen, prestur, verður gestur. Hann hevur lisið í Íslandi og er giftur íslendskari konu.
Vertur í sendingini er Herman Gunnarsson, Hemmegumm, ið annars er millum kendastu sjónvarpsfólk í Íslandi. Hann starvast nú sum útvarpsmaður á Bylgjuni. Hann taldist millum teirra, ið gjørdi Viking Band kendar í Íslandi.
Land & Synir í Kagganum og Klubbanum
Sent verður úr Útvarpi Føroya sunnudagin. Bylgjan er størsta privata útvarpsstøð í Íslandi og hevur nógvar lurtarar kring alt landið. Teir lýsa við, at ferið verður til Føroya og hava eisini biðið bólkin Land & Synir koma við. Bólkurin er sera kendur í Íslandi. Av fløguni, ið teir júst hava givið út, hava 8 av teim 12 løgunum verið á topplistanum. 3 hava verið á toppinum. Og Elis hesin listin er ikki bara nakar hissini listi, tí hetta er ein sonevndur topp 40.
Land & Synir, sum íslendigar hava stórar vónir til, luttaka í sendingini, umframt at teir í Kvøld spæla í Kagganum og leygarkvøldið í Havnar Klubba. Teir komu ti Føroya úr Danmark í gjár.
Viking Band og Taxi eru føroysku bólkarnir í sendingini og Kári Sverrisson skal standa fyri at geva íslendingum okkurt meira serføroyskt innan tónleikin.
Møguleiki er hjá fólki at leita niðan í Sortudíki Sunnudagin kl. 13.00. Tó, bert so nógv, sum rúm er fyri, og kl 13:verða hurðarnar stongdar, tí tá verður sent.
Góam morgun
Mánamorgunin verður sendingin Góðan Morgun Ísland send úr Føroyum. Har verður prátað um oljuvinnu og ferðavinnu.
Dentur verður lagdur á at lýsa Føroyar, sum eitt nýmótans samfelag.
- Ein av vertunum hevur lagt til merkis, at tey, sum einki vita um Føroyar, halda eins og danir, at vit búgva í holum, ella á tað bógvin. Nógv halda, at Føroyar er sum íti á landinum í Íslandi.Men onnur vita meira um okkum.
Vit hava kanska verið eftirbátur, men eru tað ikki í dag, og dentur verður lagdur á at lýsa Føroyar sum annað og mira enn vøkur fjøll og turr grind undir húsavegginum. Sum eitt framkomið samfelag, sigur Eli Poulsen, sum hevur verið samskiðpari hjá íslendsku tíðindafólkunum, sum vtija hendavegin í vikuskiftinum.
- Stuttligt hjá teimum er eisini, at klaksvíkingar hava leikt íslendska leikin "Seiggj og tár". Leikstjórin, Saga Jónsdóttir, leikti kona Elis í filminum "Her skal danses", greiðir Elis frá, ið 14. hvønn dag, ella meira, er at hoyra í Íslandi í "Góðan morgun Ísland".