Íslendska fiskiveiðan minkar

Íslendsk skip hava landað 8% minni nøgdir av fiski fyrstu sjey mánaðirnar í ár í mun til somu mánaðir undanfarna ár

Island

 

Fyrstu sjey mánaðirnar í ár landaðu íslendsk skip tilsamans 152.944 tons av fiski. Hetta er ein minking í mun til somu mánaðir í fjør upp á 8%.

Størstu nøgdirnar eru makrelur og sild, nevniliga 118.000 tons.

Landingarnar av upsa, toski og hýsu í hesum tíðarskeiði vóru ávikavist 9.000, 7.000 og 6.000 tons.

Um hesi tøl eru røtt, sum FiskeribladetFiskaren endurgevur úr Morgunblaðnum, er talan um sera lítla toska-, hýsu-og upsaveiði í íslendskum sjógvi fyrstu sjey mánaðirnar í ár.